• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Hans Marius Debes (1888-1978)

Hann var føddur 5/12-1888 norðuri við Gjógv. Ungur fór hann til Danmarkar, lærdi har til skraddara, kom seinni heim aftur til Føroya og búði her frá 1924 til 1953, tá hann aftur flutti til Danmarkar, har hann búði til deyðadags 6/3-1978.

Kendur varð hann, tá hann í 1932 gav út bókina »Føroysk bindingarmynstur«; hon kom í øktari útgávu í 1949 og aftur í 1969 í broyttari útgávu - tilsamans er hon prentað í 18.000 eintøkum, eitt upplagstal, ið fellur fáum føroyskum bókum í lut.

Hans Marius var stak søgufróður maður, og frásagnarháttur hansara var egin og hugfangandi. Kendastu søgufrásagnir hansara vórðu í 1977 givnar út undir heitinum »Søgur úr gomlum døgum«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017