• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Bergur Djurhuus (1919-1946)

Bergur Djurhuus var føddur á Sandi í 1919. Hann lærdi til møbilsnikkara og arbeiddi sum møbilsnikkari, til hann gjørdist sjúkur av tuberklum í 1943.

Hann skrivaði stuttsøgur, yrkingar og tættir. Í 1977 kom út úrvalssavnið „Ungur at fara,“ sum Árni Dahl legði til rættis.

Bergur Djurhuus

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann var føddur á Sandi í 1919. Fimtan ára gamal fór hann til Havnar í møbilsnikkaralæru, og í hesum handverki arbeiddi hann, til hann í 1943 gjørdist tuberklasjúkur. Ævin var stutt; longu í 1946 andaðist Bergur 27 ára gamal.

Bæði heima á Sandi og í Havn luttók hánn dúgliga í ungmannafelagsarbeiði, og hann skrivaði rættiliga fitt av stuttsøgum, ið komu á prent í Varðanum, Alduni og Jólastjørnuni. Umframt yrkti hann bæði yrkingar og tættir.

Í 1977 gav »Varðin« út úrvalssavnið »Ungur at fara«, sum er savn av *stuttsøgum, *táttum og *yrkingum. Árni Dahl legði bókina til rættis.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Felagslív í Føroyum

Tríatiárini vóru stóra *skaldsøgu- og *stuttsøguskeiðið í føroyskum bókmentum, og tað er ikki at ganga nøkrum ov nær at siga, at bókmentavirkið her á landi í fýratiárunum í mangar mátar var eftirljóð av tí, ið undan var skapað.

Í høvuðsstaðnum var í bardagaárunum ríkt felagslív, ungfólk komu saman í felagnum »Merkinum« - og til hvønn fund hevði onkur skrivað okkurt í handskrivaða felagsblaðið, sum nevndist »Neistin«. So varð lisið upp, og fundarfólkið skuldi siga sína hugsan um avrikið. Tað vóru eisini ungfólk, ið stóðu »Merkinum« nær, ið skipaðu fyri útgávu av einum søgublaði, ið æt »Aldan« og kom út hálváraskeiðið juni- desember 1940. Blaðstjóri var Stig G. Rasmussen úr Havn.

Um somu tíð sá annað søgublað dagsins ljós, tað var »Nýtt land« fylgiblað Dagblaðsins, stjórnað av Maurentius Viðstein - blaðið kom um leið eina ferð um mánaðin í tíðarskeiðnum 1939-43.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017