• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Sverri Djurhuus (1920-2003)

Sverri Djurhuus var føddur í 1920 í Kollafirði, og har vaks hann upp. Hann arbeiddi í mong ár sum bilsmiður og hýruvognsførari. Sum ungur yrkti hann tættir, seinni fór hann eisini undir at skriva stuttsøgur. Hann var virkin í Tjóðveldisflokkinum.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Sverri Djurhuus, føddur 1920 í Kollafirði, gav í 1979 út savn av stuttsøgum, hugleiðingum og yrkingu.m; savnið nevndist »Lívsmyndir« og hevur hetta inngangsljóðið:
 
»Varðar eru á okkara leið,
men gloym ikki fornar siðir:
tá ið tú støðgar við slíkan ein,
so legg á Varðan tín stein,
tá fellur hann ongantíð niður«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017