• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jógvan Dánialson (1843-1926) - Kvívíks-Jógvan

Jógvan Dánialsson, vanliga nevndur Kvívíks-Jógvan, varð borin í heim í Kvívík í 1843. Eingin skipað skúlagongd var í bygdini tá, men hugaður sum drongurin var fyri bókini, lærdi hann seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt.
 
Í 1855 gjørdist V.U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og flutti inn á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan var tá 12 ára gamal, og skjótt leitaði hann sær í prestagarðin, har bøkur vóru at fáa til láns.
Tá Jógvan var komin til mans, fór hann út á ymsar bóndagarðar at tæna, og seinni fór hann til skips.

Á vetri 1872 varð hann biðin til húskall norðuri við Gjógv; her fekk hann sær konu, tey giftust í 1875, og her búði hann til deyðadags 1926.
Kvívíks-Jógvan var komin væl upp í árini — mundi liggja um 50 ára aldur — tá hann steig fram sum yrkjari. Partvíst yrkti hann sangir, ið lovprísa føðilandi og móðurmáli, partvíst yrkti hann kvæði og tættir, kendastu teirra eru »Kópakvæði« og »Trolara-tátturin«.

Tað nógva av tí, hann hevur yrkt, er savnað saman í bókini »Yrkingar«, ið felagið Varðin gav út í 1926.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017