• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Rasmus C. Effersøe (1857-1916)

Rasmusi Christofferi Effersøe var føddur í Trongisvági í 1857 og andaðist í Tórshavn í 1916. Hann var agronomur, politikari og yrkjari.

Hann las búnaðarfrøði í Danmark og Svøríki og starvaðist sum landbúnaðarráðgevi. Hann var ein av teimum níggju monnunum, ið kallaðu inn til jólafundin í 1888, fundin, ið setti gongd á tjóðskaparrørsluna.

Saman við Jóannesi Paturssyni verður hann roknaður sum drívmegin í hesum arbeiðnum. Hann var við til at stovna Føringafelag í januar 1889 og var fyrsti blaðstjóri á Føringatíðindum (1890-1906), ið var fyrsta blaðið skrivað á føroyskum og málgagn hjá tjóðskaparrørsluni. Frá 1897 til 1901 sat hann í Føroya Løgtingi.

Rasmus Effersøe var eisini blaðstjóri á Dúgvuni (1894-1928), ið var málgagn hjá fráhaldsrørsluni og skrivað á donskum máli. Eisini var hann eitt skifti blaðstjóri á Dimmalætting. Umframt blaðskriving skrivaði hann eisini sjónleikir (og leikti sjálvur) og yrkingar.

Á ólavsøku í 1933 var standmyndin av Rasmusi Christofferi Effersøe, sum hansara fulla navn var, avdúkað á vøllinum uttan fyri tinghúsið.

R. C. Effersøe

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Upprunaliga er ættin íslendsk, og ættarnavnið skal setast í samband við íslendsku oynna Effersey, ið liggur nakað uttan fyri Reykjavík.

Abbi Rasmusar, Jón Guðmundsson Effersøe, var ein av íslendingunum, sum í 1809 gjørdist handgingni maður Jørgen Jürgensens — hetta var dani, sum á sumri hetta árið rak danska stiftsamtmannin í Reykjavík frá og tók sær kongsnavn — kendur er hann undir navninum Jørundur Hundadagakongur. Jón gjørdist ovasti fyri líverju Jørundar, ið taldi 8 mans, og tá kongurin misti vald sítt, rýmdi Jón av landinum og búsettist í Føroyum.

Ein sonur hansara, Gudmund Effersøe, gjørdist í 1851 sýslumaður í Suðuroy við sæti í Trongisvági. Her varð Rasmus Christoffer Effersøe borin í heim í 1857.
Tíggju ára gamal fór hann til Havnar at ganga í realskúla, og hiðani tók hann prógv í 1872. Hugur hansara stóð til landbúnaðin, hann lærdi seg jarðarbrúk og seyðabrúk ávikavist í Danmark og Skotlandi, og í 1877 gjørdist hann næmingur á búnaðarskúla í Keypmannahavn, haðani hann tók prógv í 1879.

Komandi árini stýrdi hann ymsum gørðum í Svøríki, og í 1884 leitaði hann heim aftur til Føroya; hann gjørdist landbúnaðarráðgevari í 1889, tók stig til at stovnseta búnaðarfelagsskapir, var við í Føringafelagsarbeiðinum, blaðstjóri á fleiri bløðum og harumframt eitt skifti politikari.
Seinastu árini var hann sjúkligur maður; hann andaðist í 1916.

Bókmentaverk:
Frammanundan er nevnt, at R. C. Effersøe stjórnaði »Føringatíðindum« nógv ta drúgvastu tíðina, tey komu út. Umframt hetta røkti hann blaðstjórastarv á »Dimmalætting« fyrst tíðarskeiðið 1886-1889, síðani 1902 — 1905 og aftur nakrar mánaðir í 1908. Harumframt var hann blaðstjóri á avhaldsblaðnum »Dúgvuni« fyrst eitt skifti í 1899 og síðan frá 1900 til 1914.

Sum blaðmaður var hann sera fjølbroyttur; hann skrivaði upplýsandi greinar, sum nurtu við yrkisøki hansara, landbúnaðin, kom við atfinningum og legði góð ráð, hann luttók í politiska orðaskiftinum um mentanar- og samfelagsmál, speiskur kundi hann vera — eitt nú tá hann skrivaði lesarabrøvini dagfest í Norðasta Kina — og hann var mikil djóravinur, maðurin, sum í Føringatíðindum skapti hesi orðatøkini: »Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið« og »Latið ikki seyð liggja bundnan longur, enn neyðugt er«.

Sum yrkjari steig R. C. Effersøe fram annað árið, føroyskir studentar í Keypmannahavn skipaðu fyri føstugangsveitslu, og hesi árini 1877 — 79 yrkti hann nakrar av kendastu yrkingum sínum: »Heimið« (Føroyingar, sum her nú koma saman) 1878, »Barndómsminni« (So vakrar moyggjar...) 1878, »Kvæði til Føroya« (Mítt varkra heim høgt móti norð) 1879 og »Fornsøgur« (Eg minnist úr gomlum søgum)1879. Frá somu tíð er kensluborna yrkingin »Vesturætt« (Úr øllum ættum koma vindar); yrkjarin er staddur í Svøríki, har hann kennir vesturættina bera sær heilsu yvir bylgju »úr Føroyum og frá fólki har«, og hann endar við at biðja vesturættina minna seg á, »at  Føroyum  eg   ei   skomm   skal
gera, men tær í æru halda má«.

Hesa fyrstu yrkjaratíð sína er Rasmus lívsglaður og kátur, fosturlandstokk-in lýsir úr hvørjum ørindi, og hann er fúsur at taka føðilandinum tøk, ið muna. Yrkingarnar vórðu alt fyri eitt fólkaogn, og fleiri reglur úr skaldskapi hansara gjørdust orðatøk:
 
»Hvat á jørð kann meira herligt
vera enn  ein   føroysk  miðjansummarnátt?«
»Hvat er væl eitt lív við ongum stríði? Sum ein máni fyri uttan ljós!«
»Vakrast skínur sól á grønar líðir, tá ið ælið freka fór sín kós«.
»Heimið er tað besta stað á jørð« o.s.fr.
Í Føringafelagstíðini finnur tú áhaldandi yrkingar frá hansara hond í bløðunum, hann stjórnar. Eina kendastar eru tær báðar »Føroya landið« (Fjallprúða heim) 1893, har tú so smátt fert at hóma harm hansara um stríðið í  Føringafelag:
»Fátæka fólk:
lítið tú virðist av monnum,
hevur enn ilt fyri tonnum,
nýfødda fólk!«
og »Fára siður — Føroya siður. Træla siður — Manna siður« (Fast stóð í fonnum...) 1897, sum er sprottin beinleiðis úr stríðnum millum hin hóvliga Rasmus og hin oddamann Føringafelags, hin bráðræsna Jóannes Patursson.

»Elt ikki altíð sum fyri er slóðað;
sjálvbjargin   far   yvir   land,    yvir
hav, Maður   skal   smíða   sær
   lukkuna
góða
við teimum evnum, sum skaparin 
gav. Gott  er  við   vinum   at   fylgjast á
leið; ofta í vanda tó vinirnir tróta; tann
sum vil framá, hann gloymi
tí ei sjálvur sær slóðir at bróta.«

Longu í Føroya-frágreiðing Svabos (1781 — 82) verður nevnt, at Havnar ungdómur um vetrarnar spælir sjónleik, danskar leikir og aðrar útlendskar, ið týddir eru til danskt mál.

Fyri Føringafelagsmenn mundi tað kennast sum ein avbjóðing at føra føroyskar leikir á pall, og ein hin ítarsti bæði sum leikari og sjónleikahøvundur var R. C. Effersøe.

Longu stovningarárið — 1889 — vóru tveir føroyskir leikir framførdir: Skemtileikurin »Veðurføst« eftir frúnna Sonnu Helenu Patursson úr Kirkjubø og álvarsleikurin »Gunnar Havreki« eftir R. C. Effersøe. Í nítiárunum skrivaði Rasmus fleiri av best kendu og mest spældu sjónleikunum í Føroyum: »Magnus« 1892, »Best man vera sum er« 1895 og hann týddi »Kelduferðina« eftir Holberg og umskrivaði leik Hostrups »En nat mellem fjældene«, ið á føroyskum kom at eita »Hjá Dalabóndum«.

Allir upprunaleikirnir og umskrivaði leikurin »Hjá Dalabóndum« eru romantiskir sangleikir, upprunaleikirnir bygdir á søguliga grund.
»Gunnar Havreki« er stuttur syrgi-leikur í trimum pørtum, sum viðger eina hending, ið farin var fram suðuri í Suðuroy eini 20 ár framman undan, at leikurin varð skrivaður. »Magnus« er bygdur á søgnina um
 
Koltursdreingin, ið svam í Hest. Hendingarnar eru lagdar til byrjanina av 1600-talinum, tí søguligir persónar sum Mikkjal í Lamba og Jørgen Daa, admiralur, koma fyri. Annars man leikurin vera best umtóktur av tí yndisliga sanginum, ið serliga havfrúgvin ber fram, og av tí skemti, ið tekur seg upp millum ávikavist Sunnuvu og Dólgar, arbeiðsfólk í Elvustovu í Hesti, og millum Claus Menschenschreck, kommandant á Skansanum og Schnell, svein hansara.
Í »Best man vera sum er«, sum ber undirheitið »Føroyskt Fólkalívsbílæti úr 17. árhundraði« og er í 10 pørtum, trínur hin víðferi Rasmus fram. Føroyingarnir í leikinum tosa sum vituligt er gott føroyskt mál, men prestarnir Lucas Debes og Harri Klæmint — báðir søguligir persónar — bera fram á donskum tað, teir hava at siga, og svenski høvuðsmaðurin Peder Ulfsson og dóttir hansara Ebba tosa mín sann svenskt.

Sum sjónleikahøvundur var R. C. Effersøe nýskaparin fram um allar aðrar; ei undur í, at hann eigur heiðurspláss oman fyri pallin í sjónleikarhúsinum í Havn.
 
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017