• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Kahlil Gibran (1883-1931)

Kahlil Gibran var føddur í Libanon. Í 1895 flutti hann saman við mammu síni til Boston í USA. Har slapp hann at ganga í skúla. Lærarar hansara varnaðust skjótt sermerktar listagávur og sóu til, at hann menti tær. Seinni flutti hann til New York.

Kahlil Gibran er heimsgitin listamaður. Hann teknaði og málaði. Eisini skrivaði hann. Hann skrivaði heimspekilig (filosofisk) verk, skaldsøgur og yrkingar. Í fyrstani skrivaði hann á arábiskum, men seinni bara á enskum máli.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017