• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jan Guillou (1944-)

Jan Guillou var føddur í Stokkhólmi í Svøríki í 1944. Hann starvast sum blaðmaður og rithøvundur. Pápin var fraklendingur, men Jan Guillou vaks upp saman við mammuni og fosturpápanum uttan fyri Stokkhólm. Hann var burturvístur úr skúlanum um 13 ára aldur vegna harðskap, tjóvarí og pengatvingsil. Hann var sendir á kostskúla, men var tvey ár seinni burturvístur úr skúlanum. Hann fór á annan kostskúla og fekk studentsprógv í 1964.

Hann  er víða gitin blaðmaður og høvundur. Fyri ritverk sítt hevur hann fingið nógvar virðislønir. Hann skrivar serliga njósnaraskaldsøgur, søguligar skaldsøgur og politiskar spenningsskaldsøgur.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017