• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jóannes Enni

Jóhannes Enni (1927-)

Hann er føddur á Tvøroyri 3/10-1927, gekk í barnaskúla har og tók preliminerprógv í 1944. Í tvey ár arbeiddi hann sum krambúðarsveinur, fór so á Jonstrup læraraskúlan í Danmark og leyk prógv har í 1950.

Nýlærdur fekk hann starv við Tvøroyrar skúla og hevur verið lærari har síðani. Hann hevur umframt drúgt áramál verið fyristøðumaður fyri Tvøroyrar tekniska skúla og handilsskúla, hevur eisini staðið fyri Tvøroyrar kvøldskúla og verið lærari í føroyskum á Suðuroyar HF-skeiði. Eitt skifti var hann nevndarlimur í Føroya lærarafelag og 1968-75 í blaðstjórn Skúlablaðsins.

Jóhannes hevur evnað til undirvísingartilfar til serundirvísing og byrjanarundirvísing, hann hevur týtt fleiri barnabøkur, skrivað barnabókina »Piltarnir«, 1972, sum eisini er komin á donskum, og hann hevur verið ein av oddamonnunum í føroyskum bókaútgávustarvi seinastu 10-15 árini sum nevndarlimur í Føroya skúlabókagrunni frá 1966 og sum formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1973.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017