• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jostein Gaarder (1952-)

Jostein Gaarder var føddur í 1952 í Oslo í Noregi. Hann er útbúgvin á lærda háskúlanum í Oslo innan bókmentir, idésøgu og religiónsvísindi. Hann undirvísti í tíggju ár í Bergen, men gjørdi so í 1991 av at starvast sum rithøvundur burturav.

Sum høvundur hevur hann brotið upp úr nýggjum og hevur megnað at skrivað um truplar og viðkvæmar spurningar, soleiðis at børn og ung skilja teir. Hansara bøkur eru týddar til sera mong ymisk mál, og nakrar eru týddar til føroyskt.

Tann kendasta skaldsøgan, hann hevur skrivað, er "Heimurin hjá Suffíu", sum var metsølubók í øllum heiminum í 1995. Jostein hevur fingið fleiri bókmentaligar virðislønir.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017