• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

V. U. Hammershaimb (1819-1909)

Vensil Hammershaim var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816. Tá ið pápin var deyður, flutti hann av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar saman við mammu síni.

Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar, tók studentsprógv og las gudfrøði. Hann hevði eisini hug til norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni.

Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur 1862-78, tá ið hann flutti aftur til Danmarkar at búgva.

Av útgávum kunnu verða nevndar “Færøiske Kvæder I” (1851), “Færøiske Kvæder II” (1855), “Føroyingasøga” (1884) og stórverkið “Færøsk Anthologi I og II,” sum Jakob Jakobsen hjálpti honum at búgva til útgávu.

Stutt ævisøga

1819: Føddur á Steig í Sandavági 25. mars

1842: Savnar fólkaminni í Føroyum

1846: Sagnir verða prentaðar í Annaler for Oldkyndighed og Historie

1847: Savninarfeð í Føroyum

1847: Gudfrøðiprógv

1851: Færøiske kvæder I

1854: Mállæran verður prentað

1855: Færøiske kvæder II

1855: Verður prestur í Norðstreymoy

1862-78: Føroya próstur

1884: Týðing av Føroyingasøgu

1886-91: Færøsk Anthologi I-II

1909: Andast í Keypmannahavn

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

V. U. Hammershaimb

Tá løgmansembætið varð niðurlagt í 1816, sat Jørgen Frants Hammershaimb í hesum starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garðinum til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulricus Hammershaimb borin í heim í 1819.

Vencil var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1820, og so mátti mamman flyta við soninum og eini dóttur, sum hjúnini eisini áttu.
V.  U. Hammershaimb.

Í 1822 fluttu tey av Steigini til Havnar, har tey fingu innivist í Nýggjustovu. Drongurin lærdi her at lesa hjá abba sínum, ið var fúti, og at skriva hjá Jens Davidson, skrivara á amtsskrivstovuni, sum áður er umrøddur.

Í 1831 fer V. U. Hammershaimb til Danmarkar at fáa sær útbúgving; hann tekur studentsprógv í 1839 og skrivar seg so inn á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, har hann fer at lesa gudfrøði.

Vit hava frammanundan nevnt, at mentanarrørslan, ið uppi var í tíðini um øll Norðurlond frá 1800 og úteftir, er romantikkurin, og fyri teimum, sum hugtiknir vóru av hesi stevnu, var móðurmálið at kalla heilagt, og fornari tað var, hægri varð tað mett. Í slíkum mentanarumhvørvi kom V. U. Hammershaimb at sita lestrarár síni. Hann las gudfrøði, men áhugin fyri forna norrøna málinum var stórur, hann kom nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keypmannahavn, og viðgitni danski fomminnisgranskarin Svend Grundtvig gjørdist vinmaður hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi viðurskifti saman fáa hann at seta sær fyri at gera okkurt munagott føroyskum máli og bókmentum til frama.

Í 1847 tekur hann gudfrøðisprógv, men ikki fyrr enn í 1855 fær hann prestastarv heima í Føroyum. Hann verður tá settur í prestaembætið í Norðstreymoy við sæti á Kirkjuteigi í Kvívík. Sjey ár seinni — í 1862 verður hann settur í próstaembætið og flytur tá inn á Nes at búgva. 

Hann situr í hesum starvi til 1878, tá hann flytur úr Føroyum niður til Danmarkar, har hann verður settur í starv í Lyderslev. Hetta starvið røkir hann í 20 ár, tá leggur hann frá sær og flytur til Keypmannahavnar, har hann doyr í 1909.

Bókmentaverk

Undir lestrarárunum í Keypmannahavn gjørdi Hammershaimb eina ferð heim til Føroya at vitja. Hetta var í 1841. Hann ferðast bygd úr bygd og savnar fólkaminni. Eina dagbók skrivaði hann á hesi ferð, og tað vil so væl til, at Chr. Matras í 1941 gav hana út: »Færøsk Dagbog 6.7-16.8 1841«.

Nakað av tilfarinum, ið Hammershaimb savnaði á hesi ferð, læt hann prenta í 1846 í danska tíðarritinum »Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie«. Hetta vóru »Færøske folkesagn (Risi og kelling — Um skógar í Føroiun — Huldufólk) med tilføjede Bemærkninger om den færøske Udtale«.
Við hesum tekstum er føroyskt skriftmál lagt í eina fasta legu, sum vit — burtursæð frá nøkrum fáum broytingum — hava hildið okkum til heilt at hesum degi.

Sum nýklaktur gudfrøðingur ger Hammershaimb aftur ferð til Føroya í 1847. Tá hann seinni skrivar frágreiðing  um   ferðina,   byrjar   hann soleiðis:
»Født pá Færøerne af færøiske forældre, opvoxede jeg der med det færøiske tungemál pá læberne; skønt jeg allerede i en alder af 13 kom ned til Danmark, blev jeg derfor dog stedse fast knyttet til mine fødeøer báde ved slægskabs-forhold og ved barndomsvenskaber, sá at kærligheden til og interessen for Færøerne og alt færøiskt altid vedblev at være varm og levende hos mig.«
Á hesi ferð síni savnaði hann saman hóp  av fólkaminnum, og tá hann kom aftur  til   Danmarkar   í   1848 letur hann prenta part av tilfarinum í tíðarritinum »Antiquarisk  Tidsskrift«:

Í 1848 kom »Meddelelser fra en Rejse paa Færøerne 1847 — 48« »Óluvu kvæði med Melodi optegnet af H. Rung«.
Í 1849 kom »Færøiske kvæder  henhørende   til Hervarar Saga«.
Í 1850 kom »Færøiske folkesagn« (16 í tali) »Færøske ordsprog« (527 í tali) »Færøske talemaader« (78 orðafelli) »Færøske skikke og lege« (7 dømi).
»Barneviser og Ramser« (15 í tali)
»Færøske Gaader« (72 í tali)
»Færøske Folkesagn« (6 í tali).
Hammershaimb fekst eisini við kvæðasavning, og tvey prentað søvn legði hann úr hondum »Færøiske kvæder I« (1851) og »Færøiske kvæder II« (1855), sum »Det nordiske Litteratur-Samfund« bar kostnaðin av.

Í 1. parti eru tilsamans 16 kvæði, og 15 teirra snúgva seg um kappan Sjúrð Sigmundarson. Hetta er sostatt partvíst sama tilfar, sum finst í Føroya fyrstu bók »Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt«, men Hammershaimb sigur sjálvur í inngangi sínum, at hann metir, at kvæðini hava uppiborið at koma út »i en noget værdigere skikkelse«, tí útgávan í 1822 var full av villum.
Í 2. parti eru tilsamans 18 kvæði.

Til báðar partar hevur Hammershaimb sjálvur skrivað samandrátt av kvæðunum á donskum máli.

Áhugaður sum Hammershaimb var fyri føroyskum máli, sá hann tíðliga, hvussu átrokandi tað var at geva út eina mállæru, skuldi skriftmálsuppskot hansara vinna fram millum fólk. Hann skrivaði tí eina føroyska mállæru, sum varð prentað á fyrsta sinni í »Annaler for Nordisk Oldkyndighed og historie« í 1854. Í einum stuttum inngangi greiðir hann frá um málsins søgu, og hann greiðir frá, at málsliga liggja oyggjarnar í  trimum pørtum,  sum hann kallar Sunnanfjarðarmál, Streymoyarmál og Norðanmál.
 
Tá Hammershaimb í 1855 gjørdist sóknarprestur í Føroyum, kundu vit væntað, at nú fór hann at sita so væl fyri, at hann kundi leggja nógv skrivligt tilfar úr hondum, men hann var so ovbyrjaður av prestastarvinum, at lítið kom burtur úr bókmentavirki. Ikki fyrr enn í 1884 — seks ár vóru tá liðin, síðan hann fór   úr  Føroyum   —   kom   skrivligt verk aftur á prenti frá hansara hond. Hetta var týðingin av »Føroyingasøgu«, sum nú kom við teirri rættskriving, hon hevur havt í útgávum síðani.

Og so koma vit til høvuðsverk hansara. Tað var »Samfund til udgivelse af gammel nordisk litteratur«, sum heitti á Hammershaimb at skipa fyri útgávu av einum savni av føroyskum bókmentum.

Úrslitið var »Færøsk Anthologi I og II«, sum arbeitt varð við í árunum 1886 — 1891. Hammershaimb fekk góða hjálp í arbeiði sínum; eitt var tað, at hollir vinmenn í Danmark stuðlaðu og sýndu áhuga, men størsta týdning hevði tað, at hann fekk køna hjálp frá landsmanni sínum Jakob Jakobsen (1864 — 1918), sum um hetta mundið las við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Jakob Jakobsen evnaði til alt annað bind (orðasavnið), greiddi frá bygdamálum og hjálpti til at skipa mállæruna um.

Tíðin millum 1800 og 1900 er stór broytingartíð í Føroyum á at kalla øllum økjum: Politiskt henda stórhendingar um miðja øldina, vit fáa vinnuligan framburð við øktum fólkatali og broyttari samfelagsskipan í kjalarvørrinum og á mentunarøkinum fara eisini kollveltandi broytingar fram: Vit fáa skipaðan fólkaskúla settan á stovn, skriftmálið kemur í fasta legu. Alt er sostatt búgvið til ta stóru tjóðskaparvekingina seinasta 25-ára skeiði av øldini.  

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017