• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jógvan Símun Hansen

Jógvan Símun Hansen (1912-)

Hann er føddur í Klaksvík 19/10-1912. Mannkomin var hann til skips í fýra ár, tók so preliminerprógv 1932, studentsprógv 1934 og læraraprógv í 1938. Hann var lærari í báðum bygdum í Fugloy 1943-45, í Kvívík 1945-50 og við Klaksvíkar skúla frá 1950 til hann vegna aldur og við eftirløn legði starvið frá sær.

Drúgt áramál var hann blaðstjóri á »Norðlýsinum«, blaði norðuroyinga.
Heilt frá ungum árum hevur Símun havt stóran áhuga fyri søgu føroyingsins, og við dúgligari kanning av keldutilfari, so sum skiftum, festíbókum, tingbókum, kirkjubókum, fólkateljingum og munnligum frásøgnum hevur hann við sínum miklu arbeiðsevnum skapað tvey stórverk innan føroyskar yrkisbókmentir.

Fyrra verkið er í tveimum bindum og ber heitið »Havið og vit«. Í fyrra partinum, 1969, verður greitt frá Norðuroya skipa- og handilssøgu, og í seinna partinum, 1966, verður greitt frá minniligum døgum; hesin seinni parturin er samstundis skaðasøga Norðuroya. Frálíka væl verður her greitt frá, ikki minst í teirri kenslubornu lýsingini av sorgarsøgu Skarðs bygdar.

»Men tey deyðu hoyrdi eg fyrst frá húsatoftum og grasgrónttm mannagøum bøna og biðja meg siga børnum sínum og øllum landsmonnum tær søgur, sum tey sjálvi ikki fingu sagt teimum, so tey kortini - í minninum -kundu koma at kenna fløvan av hondum, ið sleptu ov tíðliga«.

Soleiðis verður tikið til í fororðunum til seinna verkið, sum er í sjey pørtum og nevnist »Tey byggja land«. Hetta er bygdasøga Norðuroya og ættarsøga norðuroyinga, skipað soleiðis:

1. partur: Fugloyar sókn. Kirkja og Hattarvík. 1971.
2. partur: Svínoyar sókn. Svínoy. 1973.
3. partur: Viðareiðis sókn. Viðareiði,
Hvannasund, Toftir, Depli, Norðdepli,
Fossá, Múla. 1975.
4. partur: Kunoyar sókn. Kunoy, Skarð, Haraldssund. 1977.
5. partur: Kalsoyar sókn. Húsar, Blank-skála, Syðradalur, Mikladalur, Trøllanes. 1978.
 6. partur: Klaksvíks sókn. Skálatoftir,
Strond, Ánir, Árnafjørður, Oyri, Myrkjanoyri, Biskupsstøð. 1980.
7. partur: Klaksvíks sókn. Gerðar, Uppsalar, Vág. 1981.

Símun Hansen, hesin nærlagdi granskarin, hevur av sonnum skapað tvey av størstu yrkisbókaverkum okkara.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017