• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jóhanna Maria Skylv Hansen

Jóhanna Maria Skylv Hansen (1877-1974)

Hon varð borin í heim í Nólsoy í 1877 og var í móðurætt ættað frá Jóannesi í Nýggjustovu, ið var bróðir Nólsoyar Páls.

Skipað skúlagongd við egnum lærara var í Nólsoy, tá hon var smágenta, og her lærdi hon at lesa, skriva og rokna og so hin kristna barnalærdómin. Sjálv hevur hon á sín eyðkenda livandi hátt greitt frá teimu fyrstu skúlaárunum — og hon hevur bert gott at minnast aftur á.
 
Fjúrtan ára gomul fór hon inn til Havnar at tæna, fyrst hjá madam Hansen úti í Havn, seinni hjá Oliver Effersøe, lærara. Hetta vóru árini fyrst í 90-unum, tá tjóðskaparrørslan fekk undirtøku millum fólk; á mangan hátt vóru hetta hendingarík og lívlig ár við kjaki, blaðstarvi, fundarhaldi og sjónleikaframførslum.

Í 1896 fekk vitameistarin, ið verið hevði á Borðuni, starv á Hesseloynni norðan fyri Sæland. Jóhanna Maria fór við sum húshjálp, og her hitti hon ungan dana, sum hon árið eftir giftist við. Í 1902 fluttu hjúnini til Keypmannahavnar, og í heimi teirra mundi mangur føroyingur, ferðandi eins væl og lesandi har á staðnum, njóta stóran blíðskap.

Í 1912 fekk maðurin starv við vitaverkið í Føroyum, og tey fluttu heim til Føroya at búgva.

Árini 1912 — 17 vóru tey í Akrabyrgi, 1917 — 24 á Borðuni, síðani í Mykinesi í úti við seytjan ár og so aftur á Borðuni, til maðurin legði starvið frá sær. Í 1952 fluttu tey til Havnar, og her búði Jóhanna Maria, til hon andaðist í 1974.

»Eingin metir einbýli tað, ið tað er vert«. Soleiðis tekur hon til í einum endurminningarstubba, og væl kann tað vera, at einbýlistilveran var við at gera hana til skrivandi fólk. Tá børnini vóru tilkomin, fór hon at gera vart við seg við skrivligum frásøgnum og týðingum; tað fyrsta kom á prent í Varðanum, 8. bindi, og árini, ið komu, alt til deyðadags lívgaði hon hetta tíðarrit og jólabløð og -hefti við søgubrotum, yrkingum og mentasøguligum tilfari.

Tað nógva av tí, hon skrivaði, er savnað í verkinum »Gamlar gøtur« I-IV, 1950-1967-1970-1973, eitt verk, ið togar upp móti 600 blaðsíðum og rúmar siðsøguligum lýsingum, søgubrotum, uppruna -yrkingum og týddum, ævintýratýðingum o.s.fr.

Ikki minst hevur hetta verk hennara havt stóran málsliga týdning, tí — sum Rikard Long tekur til í inngangi sínum til II. bind av »Gomlum gøtum«:

»Tað er ikki deytt mál, hon skrivar, her livir hvørt orð. Hesar máliskurnar sum hon hevur loftað frá farnum ættarliðum og sum hon hevur bygt víðari á, komu frá hjartanum og gingu til hjartað. Tær hava enn boð til okkum og vónandi eisini til tey, sum í komandi árum vilja fjálga um føroyskt mál«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bygda- og siðsøga

Føroyingurin hevur frá aralds tíð verið søgukærur; fedranna brøgd og starvan vóru havd á munni í roykstovuni skýmingarløturnar, meðan arbeiðið gekk — her livdu orðatøkini, gáturnar, ævintýrini, sagnirnar og kvæðini og vórðu flutt til komandi ættarlið.

Okkum var til eydnu lagað, at allur hesin skaldskapur varð festur á blað í tøkum tíma, áðrenn kvøldsetan orsakað av samfelagsbroytingum hvarv, ja, stundum vildi so væl til, at søgufróð og ættkær fólk av sínum eintingum sótu og skrivaðu heilar bygdasøgur, og tá tær komu undan kavi, fingu vit at sanna, at bókmentir er annað enn íspunnar søgur, sjónleikir og yrkingar.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017