• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jens Pauli Heinesen (1932-2011)

Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann var læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav.

Jens Pauli var ein av okkara virknastu rithøvundum og skrivaði millum annað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsir m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir.

Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya árini 1968-1975. Hann fekk fleiri ferðir bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens, í 1969 fyri Aldurnar spæla á sandi, í 1973 fyri Frænir eitur ormurin, og í 1993 fyri Bláfelli og røðina Á ferð inn í eina óendaliga søgu. Harumframt fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins í 1999.

Jens Pauli Heinesen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í Sandavági í 1932 og gekk í skúla í heimbygdini, til hann 14 ára gamal fór til Havnar at arbeiða á skrivstovu. Frálíka væl hevur hann í brotinum »Faðir og sonur» lýst hugsan og kenslur hjá 14 ára unglinga, sum kvittar út í stóru verð, og lítur eina seinastu ferð aftur um bak: 
 
»Hygg nú væl at øllum, ljómaði tað, at steinstólpuni og grátíttlinginum, at bøgarðinum við teimum óteljandi steinunum, allir lagdir av mannahondum. At dalinum, áunum og húsunum, teimum gomlu flagtaktu við tjøraðum klædningi, og teimum nýggju, sum lýsa bjartoygd í øllum litum. Og hoyr mataránna. Steðga á eina løtu og legg tær lagið væl í geyma. Sært tú kluftina, sum hon rennur ígjøgnum, og beðin av blágrýtisgróti. Drag so andan djúpt og kenn roykin av ull og mykju uttan úr haganum og legg alt niður í dragukistuna hjá tær at goyma, ikki bara tí hetta er títt seinasta kvøld heima, men eisini tí tað er haðani, tú eina ferð skalt finna alt hetta fram aftur at seta onkustaðni inn í tíni meistaraverk«.

Ikki støðaðist Jens Pauli leingi á skrivstovu, hann fór á preliminerskúla í 1947, tók prógv har í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Hann fór so niður til Keypmannahavnar og tók læraraprógv á Emdrupborg Statsseminarium í 1956. Hann var lærari í Danmark eitt skifti, men kom so heim aftur til Føroya í 1957 í starv við Tórshavnar Kommunuskúla; í 1968 flutti hann í starv við nýstovnaða Venjingarskúlan, men tvey ár seinni segði hann starvið frá sær og hevur síðan verið rithøvundur burturav. Eitt skifti hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya og eitt skifti limur í nevnd Varðans.

Bókmentaverk:
»Og harumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna, enntá hømiliurnar komu at standa onkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum - eitt nú børkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaði sum gentur, ið fara í dans. Og eg skuldi skriva so inniliga um allar lutir, at eisini onnur menniskju fóru at verða líka góð við teir, sum eg var sjálvur«.

Soleiðis hugsar drongurin í brotinum »Faðir og sonur«, áðrenn hann kvittar avstað úr heimbygdini til býin, har hann droymir um at leggja heimin allan fyri føtur sínar, og vit mugu ásanna, at orðhaldin var hesin Sandavágsdrongurin; hetta 30 ára skeiðið, sum liðið er, síðan fyrsta bók hansara kom, hevur hann »skrivað um alt«; hann hevur lagt úr hondum fýra *sjónleikir, sjey *søgusøvn, og umframt at hava skrivað fimm *skaldsøgur - tvær teirra sonn risaverk - er hann farin í holt við 4. bind »á ferð inn í eina óendaliga søgu«.

Av sjónleikunum eru tveir framførdir, meðan hinir báðir liggja í handriti. »Uppi í eini eikilund« varð framførdur í 1969. Høvuðsevnini í honum eru spurningarnir um, hvussu hin einstaki ber seg at í bólki, tá ið hann kemur undir trýst, og um einstaklingin undir einaræðisskipan. Í leikinum »Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?«, ið varð fluttur á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1975, byggir høvundurin á søgnina um »Anniku í Dímun«, men hann fær eisini flættað nútíðarspurningar, so sum kvinnufrígerðingina, inn í leikin.

Søgusavnið »Degningsælið«, 1953, er fyrsta bók Jens Paula; rættari var kanska at skírt tað hugmyndasavn, tí royndur lutur er, at tað rúmar fleiri hugmyndum, har náttúran sjálv eigur høvuðsleiklut, enn tað rúmar sonnum søgum, ið spunnar eru í -hetta skaldskaparslagið, íspunna søgan við eini gongd úr enda í annan, vinnur tó smátt um smátt yvirvág í skaldskapi høvundsins, sum árini líða.

Tað er Jens Pauli sjálvur, sum í viðtali hevur sagt, at søguskaldskapur hansara kan skiftast í fýra flokkar, ið allir byrja við s: Siðsøguligi bólkurin, hin *sálarlýsandi, hin *satiriski og hin *sjálvæviligi, tó eigur at verða viðmerkt, at tað altíð er torført at bólka eftir slíkari uppseting, tí sum orðatakið sigur: »Skeri eg teg her, so missi eg teg har«. Í siðsøguliga bólkinum finna vit frásagnir, sum arbeiðsliga og hugsanarliga lýsa gamla føroyska bóndasamfelagið:

»Eingir telefonsteyrar stóðu og peiggjaðu á sýnunum, einki betong, einki metal, nítjanda øld ráddi í dølum og hjørtum...« (úr »Gesti«).

Í satiriska bólkinum, tí speiska og skemtiliga, finna vit allar søgurnar úr Krabburð, har umboðsmenninir fyri politisku flokkarnar illneitast og deilast, men tó eru samdir í at níva grannabygdarfólkið í Grasagarði, og í sjálvæviliga bólkinum finna vit søgurnar, ið taka evni úr barndómi høvundsins, tær, ið vísa leið fram ímóti endurminningarskaldsøguraðnum.
 
Sálarlýsari er Jens Pauli frálíkur, og hvørja bólkan vit enn gera, fer hesin tátturin at standa sterkur í hansara søguskaldskapi. Ikki minst er tað sál unglingans, hins hálvvaksna, høvundurin hevur frálíkt hegni at lýsa, talandi dømi er søgan »Kærleiki» úr savninum »Dropar í lívsins havi«.

Í fyrstu skaldsøgu síni »Yrkjarin úr Selvík«, 1958, tekur Jens Pauli upp eitt evni, ið ikki er ókent, heldur ikki sum frumverk hjá yngri høvundum: droymarin, skaldið, sum tráar eftir vakurleikanum, men ongar sømdir fær frá jarðbundnu medmenniskjum sínum og sum at enda doyr ungur, fátækur, einsamallur og vanvirdur. Søgan hevði í bygging ivaleyst síni brek, og málsliga stóð hon ikki mát, men øll vóru á einum máli um, at evni vóru í høvundinum til stóran skaldsøguhøvund - og spádómurin varð ikki gjørdur til skammar.

Annað verkið er stórskaldsøgan »Tú upphavsins heimur«, sum kom á prent í trimum bindum í tíðarskeiðinum 1962-66. Hetta er nútíðarskaldsøga, ið sigur frá einum bygdarsamfelagi í broyting, her fara ógvisligar hendingar fram, maður ger seg til einaræðisharra í bygdini, øsir fólkið upp til ólátaðan atburð og uppreistur móti landsins myndugleikum, men illa roynist hann á royndarstund - tá roynist mentaði hugsjónarmaðurin ólíka betur, hann, ið bjóðar hinum tøkniliga heiðinskapinum og hini materialistisku skurðgudadyrkanini av í stríð, sum hugsar meir um fólksins væl enn um tokka fólksins.

Triðja skaldsøgan er eisini eitt stórverk, í vavi størsta skaldsøga á føroyskum; hon eitur »Frænir eitur ormurin« og kom í 1973.

Í byrjan hitta vit høvundan, sum fjøtraður og innistongdur í Munkastovuni situr og skrivar til loynigoymslu sína, hóast valdsharrarnir á geisandi báli hava brent  bøkur  hansara,  hann  vil  stríðast víðari, hóast aðrir falla frá - og soleiðis hitta vit hann aftur í seinasta parti. Millum hesar flókar, har vit eru skaldinum so nær, verður søgan søgd um smádreingin Gudmund, sum veksur upp úti í Havnardali, búnast politiskt í einum vinstravendum umhvørvi og sum blaðungur gerst oddamaður í landsins næststørsta flokki Vinstraradikala. Mótstøðuflokkurin Kapitalistaflokkurin verður stýrdur av Tídrikki Tidriksen, sum eigur risafyritøkuna Frænir. Eirindaleyst stríðast hesir menn, hesar hugsjónir hvør móti øðrum, tjóðskaparkensla, frælsis- og framburðshugsan móti afturhaldi og penningavaldi. Úr hesum stríði spyrst høgrakvett við undantaksstøðu og bókabrenning á Vaglinum. Gudmundur doyr ella verður dripin í ferðsluvanlukku á Oyggjarvegnum, og í Munkastovuni situr høvundurin og skrivar søguna um Gudmund, vinmannin, ið læt lív fyri sínum hugsjónum.

Høvuðshugsanin í hesi skaldsøgu verður best lýst við tí broti, høvundurin setur undan 1. parti í báðum høvuðsdeildunum:

»Eitt frælsi, ið bert verður veitt viðhaldsmonnum hjá einari landsstjórn ella einum flokki, hevur einki við frælsi at gera. Frælsi merkir altíð frælsi fyri tann, ið hugsar øðrvísi, og verður virðisleyst, tá ið tað gerst til eini forrættindi...« (Rosa Luxembourg, 1918).

»Eitt tað sama hvør ið fær valdið - eg tilskili mær mín menniskjarætt at finnast at einumhvørjum valdk.  (Maxim Gorki,  1917).

Sjálvt heitið á skaldsøguni ber hugan yvir at Sjúrðarkvæðunum; sama er at siga um høvuðspartarnar »Gjøgnum royk og váðaloga«, »Ríð tær ei so niðarlaga« og innaru gongdina í skaldsøguni: Frænir, ormurin, er í kvæðinum skaðadjórið mikla tað sama er Frænir, kapitalistafyritøkan, í bókini; í kvæðinum sigur Hjørdis Sjúrði »tað vóru Hundingssynir/ið tín faðir vá«, í bókini fær Gudmundur at vita, at »hundingssynir« vóru faðir hansara at bana, í kvæðinum hava vit Regin smið, í bókini Ragnar smið, í kvæðinum ástarstríðið millum Sjúrð, Brynhild og Guðruna, í skaldsøguni millum Gudmund, Maritu og Hildur.

Hetta er ein framtíðarskaldsøga, skrivað í 1973, og hann sum hevur eygleitt gongdina í føroyskum politikki hetta 10-ára skeiðið síðan, má viðganga, at framsíggin hevur Jens Pauli verið.

Stór í vavi, var sagt frammanfyri, ja, men sanniliga eisini dygdargóð - uttan kjak eitt høvuðsverk í føroyskum bókmentum.

Aftan á hetta risatakið var tað bara náttúrligt, at høvundurin í næstu skaldsøguroyndunum legði minni á seg, hann skrivaði tvær stuttar bøkur, »Rekamaðurin« 1977 og »Tey telgja sær gudar« 1979.

Og nú er hann so á ferð inn í eina óendaliga søgu, og av sonnum kann sigast, at tey trý fyrstu bindini »Nú ert tú mansbarn á foldum«, 1980, »Lýsir nú fyri tær heimurin«, 1981, og »Leikur tín er sum hin ljósi dagur«, 1982, prógva, at føroyski bókaheimurin her fær eina einastandandi heimstaðarlýsing; við tokka og kærleika er heimbygdin lýst, foreldrini, næstrafólkini og leiksystkini.

Sanniliga legði smádrongurin vesturi í Sandavági sær lagið væl í geyma, væl hugdi hann at steinstólpuni og grátítlinginum, at bøgarðinum við teimum óteljandi steinunum, at dalinum, áunum og húsunum, teimum gomlu flagtaktu við tjørubræddum klædningi og teimum nýggju, sum lýsa bjartoygd í øllum litum.

Og burturúr spurdist sannur skaldskapur.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG: Hendan greinin er seinast dagførd í 1983.)

Sí eisini rit.fo og bfl.fo.

Eitt trímannalið

»Hesin upphavsdalur, hesi øgilsfjøll og Óla Jákup dygst við heimsins enda kunnu ikki skýla sær  fyri   snilda  ágangi  sjeymílamansins,   eingi fjøll, eingin klettur ber uppfyri----. Soleiðis melur tíðarkvørnin, Óla Jákup, hvussu tú roynir át mæla ímóti. Abbabørn tíni tráa eftir sjeymílamannium, sum børn allar tíðir hava tráað. Rópandi fara tey út á geilar fyri at fagna jetflogfarinum, ið fer brakandi  við túsund kilometra ferð ella meira høgt uppi yvir fjallinum Sálarlarbót«.                                                     (J. P. Heinesen: »Tú upphavsins heimur«).

Tíðir skifta, einki stendur í stað. Tað er bæði bragdleiki og kæti yvir teimum trimum  unglingunum, T. N. Djurhuus, Ólavi Michelsen og Jens. P. Heinesen, ið mentanarliga umboða yngra ættarliðið í fimtiárunum.

 

Ymiskt tilfar

Skaldsøgur

Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara,  1958.
Tú upphavsins heimur I, Tórsh. 1962. 
Tú upphavsins heimur II, Tórsh. 1964.
Tú upphavsins heimur III, Tórsh. 1966. 
Frænir eitur ormurin: 1973.
Rekamaðurin. 1977.

Tey telgja sær gudar. 1979.

Nú ert tú mansbarn á foldum. 1980. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1)

Lýsir nú fyri tær heimurin. 1981. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 2)

Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara - 2. útg. 1981.

Leikur tín er sum hin ljósi dagur. 1982. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 3)

Markleys breiðist nú fyri tær fold. 1983. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 4)

Eitt dýpi av dýrari tíð Tórsh. 1984.  (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 5)

Í andgletti. 1988.  (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 6)

Tú upphavsins heimur - 2. útg., [nógv broytt] 1990.

Bláfelli. 1992. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 7)

Ein ódeyðilig sál - og aðrar 1999.
Koparskrínið 2000.

Stuttsøgur

Degningsælið. 1953.

Hin vakra kvirran  1958 [i.e. 1959].

Gestur. 1967.

Aldurnar spæla á sandi.1969.

Í aldingarðinum. 1971.
Gamansleikur. 1974.

Degningsælið. 1978.

Dropar í lívsins havi. 1978.

Tann gátuføri kærleikin. 1986.

Gamansleikur 2. 1995.

Rósa Maria. 1995.

Sjónleikir

Uppi í eini eikilund. 1970.

Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi : sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum. 1975.

Fýra sjónleikir. 1985.  Innihald: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi - 1975 Vælkomnir, føringar, her í vási - 1978 Skuggarnir - 1979 Uppi í eini eikilund - 1969

Sníkurin : læran um sálina. 1989.

Eitt dukkuheim : sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen ; Jens Pauli Heinesen føroyskaði. 1984. Upprunatittul: Et dukkehjem

Annað

Barnabøkur
Brúsajøkul. 1987.

Onnur verk
Íkast til 1984 : greinarøðin: Tann totaliteri staturin. 1984. Greinarøðin áður prentað í Sosialinum, desember 1983

Sum dropar av blóð eru orð. 1995.

Tíðarkjarr : hugleiðingar. 1998.

Týðingar
Leingi livi lítla tokið / skrivað og teknað hevur Charlotte Steiner  [1958].(Glæstribøkurnar ; 4) Barnabók

Knassi / Sterling North ; Jens Pauli Heinesen týddi. 2000. Upprunatittul: Rascal. Barnabók

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017