• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Maud Heinesen (1936-)

Hon er fødd í Klaksvík 15/1-1936, gekk í skúla har og tók realprógv í 1952, fór so til Havnar og tók studentsprógv 1954. Í 1957 tók hon prógv sum 3-málsligur korrespondentur og í 1964 handilsfaklæraraprógv.

Árini 1954-55 arbeiddi hon sum læraravikarur, seinni hevur hon undirvíst drúgt áramál á Føroya Handilsskúla og annars eisini arbeitt sum skrivstovukvinna m.a. Í Føroya Landsstýri og frá 1965 á Fróðskaparsetri Føroya, frá 1974 sum setursskrivari.

Hon hevur skrivað barnabókina »Marjun og tey«, 1974, sum er týdd til íslendskt, og útvarpsleikin »Kvøldarleikur/ ella Hví var myrkt hjá Olevinu?«, 1969

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017