• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

William Heinesen (1900 -1991)

 William Heinesen vaks upp í Havn. Sum elsti sonur ein handilsmann og reiðara varð hann settur í keypmanslæru í Keypmannahavn. Men hugurin at skriva og tekna fekk hann tíðliga at fara undir listaligar royndir, og fyrsta yrkingasavn hansara kom út longu í 1921. Hann leitaði skjótt heim aftur og búði so í Havn alt sítt lív.

Eftir tær fyrstu sosialu skaldsøgurnar í 1930-árunum gjørdist hesin lítli høvuðsstaðurin í stórhavinum so við og við høvuðsevnið í hansara skaldsøgum og stuttsøgum, og hesin heimstaður hansara er fyri hann bæði heimsins nalvi og tornið á heimsins enda.

William er tann navnframasti føroyski rithøvundurin í útlondum. Skaldskapur hansara er týddur til 20 ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.

William Heinesen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

»Hvør man sannorðaður duga at siga frá tí bletti á jørðini, har hann er føddur og uppvaksin? Havnin man ikki skara framúr til vakurleika uttan, ikki man hon liggja fyri á nakran sjáldsaman hátt ella rósa sær av at útinna tað, ið óvanligt er. Hon er bert eitt lítið mannabýli millum fjals og fjøru. Men henda bygdin er ikki bert høvuðsstaður í lítlum oyggjalandi; hon er sanniliga eisini miðdepilin í øllum heiminum! Her var tað, at sól og máni vístu seg á fyrsta sinni, her er staðurin, har nátt og dagur vórðu til, her valdar enn hitt suðandi frummyrkrið, haðani allir lutir komu og spruttu í fagran blóma. Úr takglugga í hini gomlu Havnini komst tú á fyrsta sinni á eygnatal við Sjeystjørnuna og kendi ævinleikans koss á enni tínum«.

Soleiðis byrjar William Heinesen lýsing av heimbýi sínum, har hann varð borin í heim ár 1900.

Aftan á barna- og skúlaár í Havnini, har hann til skúlafelagar hevði m.a. skyldmannin Jørgen Frantz Jacobsen og Chr. Matras, fór hann í 1916 eftir faðirsins vilja á keypmansskúla í Keypmannahavn. Men keypmansskapur hevði ongantíð hansara stóra áhuga — hann vildi skriva. Eitt skifti var hann í blaðmannalæru á »Ringsted Folketidende«, men støðaðist ikki við tað.
Í Keypmannahavnarárunum kom fyrsta yrkingasavn hansara, men maður kundi ikki liva av at skriva yrkingar. Hann leitaði heim aftur og fór at arbeiða í krambúð faðirsins. Her starvaðist hann, til skaldsøguskriving hansara hevði vunnið viðurkenning og hann sostatt kundi sleppa keypmansstarvi sínum og halga sær skrivingini burturav.

Hann er heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og á áttati ára føðingardegi sínum gjørdist hann heiðursborgari í Tórshavnar bý.

Hann doyði í 1991

Bókmentaverk:
Tað var í 1921, at William Heinesen — 20 ára gamal — steig fram sum yrkjari     við savninum »Arktiske elegier og andre digte«. Bundni skaldskapur hansara fellur náttúrliga í tveir høvuðspartar: Tey fimm søvnini, ið komu út undan seinna heimsbardaga, rúma í høvuðsheitum hátónandi náttúruskaldskap; grasið grønkar, tú hoyrir havsins andalag, stjørnurnar eru vinir tínir og onkustaðni undir veldigum himmalhválvi stendur hin veiki skapningurin, menniskjað, og má viðganga:

»En stund er vort liv ved havets

bred, havets liv varer evigt
ved!«

Tá tey bæði seinnu søvnini komu, »Hymne og harmsang« (1961) og »Panorama med regnbue« (1972), var tað stóra ragnarrokið, heimskríggið, lagt aftur um bak, og yrkjarin búnaður til eina samfelagsliga støðutakan móti kúging og kríggi.
Fyrstu *skaldsøgu sína, »Blæsende gry« læt William Heinesen úr hondum í 1934, og hóast flest allir bókametarar vóru á einum máli um, at bókin var ov leys í bygging, so vóru teir eisini samdir um, at í hesum rithøvunda búðu evni til stóran skaldsøguskrivara.

Við aðru skaldsøgu síni »Noatun«, 1938, sló William navn sítt fast millum fremstu skaldsøguhøvundar, ið skriva á donskum.

Í hesi skaldsøgu viðger hann fíggjarligu trongtíðirnar fyrst í 1930-árunum, tá keypmenn fara av knóranum og verkafólk nóg illa fáa matartuggu at leggja í munnin. Hóast mangar daprar løtur, so er hendan frásøgnin um niðursetufólkini í Deyðamansdali bæði ljós og lívsjáttandi. Herjað av hungri og illgruna, víðgongdum átrúnaðarvirki og øðrum mótburði ivast tey frægastu av niðursetufólkunum á hesum trølsliga plássi ongantíð um, at lívið hóast alt er vert at liva. Tey sigra eisini umsíður.

Í »Den sorte gryde«, 1948, tekur høvundurin til viðgerðar hesa avlagaðu tíðina undir seinna heimsbardaga, tá viðurskifti broytast so kollveltandi. Tú hittir her pengagrísku reiðararnar, sum inni á flógvari skrivstovu kunnu fegnast um gullstreymin, ið floymir niður í teirra lumma, meðan fiskimaðurin vágar lívið á skipsdekki í minulagdum vandasjógvi; tú hittir eisini í hesum sjóðandi potti flogsutar ungmoyggjar,sleiskarblaðstjórar,drykkjumenn og hálvørar prædikumenn. Bókin er eitt hvast álop á tey fólk, sum nýta hurluvasan, sum av krígnum stendst, til at skúma róman, sum í skinni eru gudiligast og best, men í sinni kraddarar og gudloysingar.

Í teim trimum skaldsøgunum: »De fortabte spillemænd«, 1950, »Moder Syvstjerne«, 1952 og »Tårnet ved verdens ende«, 1976, tekur høvundurin tilfar úr heimbýi sínum, sum hann minnist sum barn. Sama umhvørvið lýsir hann ógvuliga ofta í *stuttsøgum sínum.

Heilt burturúr líkist søguliga skaldsøgan »Det gode háb«, 1964. Hon er ein roynd at lýsa daprastu tíð í Føroya søgu, hina sonevndu Gablatíðina. Hendingarnar fara fram um miðja 17. øld og byggja fyri ein stóran part á veruligar hendingar, sum eru til skjals í tingbókum okkara. Høvuðspersónurin Peder Børresen er avmyndaður eftir danska prestinum Lucas Debes, ið var prestur í Suðurstreymoy 1652 — 1675.

Sum siðsøgulig lýsing er »Det gode håb« valaverk — viðmerkjast skal, at høvundurin við vilja letur bókina í fornan danskan málbúna — men hon er meir enn umhvørvislýsing. Hon er eitt lívsjáttandi lovkvæði til frælsið og til stríðsmannin, sum hóast fúlastu útspilling og lokabrøgd ikki bukkar undir, men førir frælsishugsjónir sínar til sigurs.

Í 1975, á 75-ára føðingardegi høvundans, komu fimm av skaldsøgunum út í føroyskari týðing: »Blæsende gry« við heitinum »Degningsvindar« (Chr. Matras týddi), »Noatun« við heitinum »Nóatún« (Áshild Olsen týddi), »Den sorte gryde« við heitinum »Í sortanum« (Bjarni Niclasen týddi), »De fortabte spillemænd« við heitinum «Glataðu spælimenninir« (Heðin Brú týddi) og »Moder Syvstjerne« við heitinum »Móðir sjeystjørna« (Heðin Brú týddi). Árið eftir komu í føroyskari týðing skaldsøgan »Tornið á heimsins enda« (Hans Thomsen týddi) og savn av úrvaldum søgum »Himinin brosar« (Chr. Matras týddi)

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

Føroyingar ið skriva á donskum

Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld.

Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað »fínara« fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

Úr hesum umhvørvi stíga í 1920-unum fram tveir skrivandi unglingar, sum koma at geva okkum dýran og stóran skaldskap, sum gjørdu navnið Føroyar gitið víða um lond.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017