• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Rakel Helmsdal (1966-)

Rakel Helmsdal er fødd í 1966 og búsitandi í Tórshavn. Tó búði hon fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel hevur undirvíst í kreativar skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Harumframt hevur hon marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir.

Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um Hugo og myndabøkurnar um lítla skrímsl og stóra skrímsl. Bøkurnar um skrímslini eru týdd til fleiri mál.

Í 1996 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo, og í 2007 fekk hon Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017