• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Heini Hestoy (1950-)

Heine Hestoy var føddur á Tvøroyri í 1950 og vaks upp har. Heine var til sjós í nøkur ár, fór so á skúla í Marstal í Danmark og tók skipsføraraprógv. Síðan hevur hann búð í Danmark og siglt sum skipari.

Heine Hestoy hevur skrivað stuttsøgur, barna-og ungdómsbøkur og eitt hoyrispæl. Hann viðger ofta gerandisdagin, samspælið millum menniskjuni og arbeiðslívið.  

Í 1991 fekk Heine Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnabókina Regin og Sára.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017