• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Martin Holm (1909-1970)

Hann var føddur í Hvalba 18/12-1909. Tók læraraprógv á Vordingborg Seminarium í 1933: Hann sat í lærarastarvi ymsa staðni í Danmark, til hann í 1945 flutti heim aftur til Føroya, har hann fekk starv við Føroya millum- og realskúla í Havn. Í 1962 varð hann settur sum adjunktur við 123 Føroya Læraraskúla og rektari við sama skúla frá 1. august 1965.

Martin tók sum umboð fyri Fólkaflokkin lut í føroyskum politikki og var tingmaður tvey valskeið 1946-54. Hann var formaður Ítróttarsambands Føroya 1946-62 og blaðstjóri á »Ítróttartíðindum« 1947-61. Hann hevur til skúlabrúks givið út »Navnalæru í fimleiki«, 1969.

Hann doyði 26/9-1970.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017