• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Elsa Jacobsen (1928-)

Hon er fødd í Norðragøtu 15/2-1928. Aftan á lokna skúlagongd í heimbygdini arbeiddi hon fyrifallandi arbeiði, til hon í 1948 fór til Havnar at læra til sjúkrasystur. Í 1951 var hon liðug við útbúgving sína, arbeiddi so sum sjúkrasystir, til hon í 1959 fór til Skotlands at læra til jarðarmóður. Á sumri í 1960 fór hon suður til Etiopia sum trúboðari send av Kirkjuliga Missiónsfelagnum.

Í 1966 gav felagið út bók hennara »Etiopia kallar«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017