• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jens Dam Jacobsen (1912-1970)

Jens Dam Jacobsen var borin í heim í Havn í 1912. Ungur fór hann í prentaralæru og kom at arbeiða innan prentlistina mestan partin av lívinum á prentsmiðju Dimmalættingar, seinni á Dagprent - umhildin sum stak góður fakmaður.

Á yngri árum, meðan hann starvaðist á Dimmu, læt hann úr hondum fleiri yrkingar. Sonurin, Magnus Dam Jacobsen, savnaði flestu teirra, yrktar í tíðarhvarvinum 1932-43, og gav tær út í savninum »Vaknaður vársins songur« 1976. Kendastu yrkingarnar munnu vera »Vaknaður vársins songur« og »Dýrd á vík og vág«.

Jens Dam Jacobsen doyði í 1970.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017