• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jørgen Frantz Jacobsen

Jørgen Frantz Jacobsen (1900-1938)

Hann varð føddur í Havn ár 1900 og vaks upp í lívliga keypmansum hvørvinum í høvuðsstaðnum — tað mundi eisini hava týdning fyri hann, at hann javnan slapp út á bygd, inn á Skálafjørðin at vitja ættfólk hjá mammu síni har.

Aftan á lokna skúlagongd í Tórshavnar millum- og realskúla fór hann í 1916 niður á Sorø Akademi, haðani hann í 1919 tók studentsprógv. Hann skrivaði seg so inn á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn og fór undir at lesa søgu.

Hóast hann heilt tíðliga í lestrartíð síni fekk herviligu tuberklasjúkuna at  dragast við, røkti hesin lívskáti unglingin lestur sín og gjørdi harumframt við sínum gløgga og hvassa penni vart við seg og varð hávirdur fyri skilagreinar, hann skrivaði í donsk og føroysk bløð um politisku viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum.

Hóast long sjúkralega mangan darvaði lesturin, tók hann í 1932 embætisprógv við søgu sum høvuðsgrein, og sama ár varð hann knýttur at danska dagblaðnum »Politiken« sum serkønur í norðurlendskum viðurskiftum. Blaðmannastarvið fell honum tó stundum dekan og bundisligt, og í 1934 loysti hann seg úr fasta starvinum á »Politiken«, sum hann kortini læt tilfar til, tað ið eftir var av ævi hansara.

Í 1934 kom hann í vísundastarv á »Institut for Historie og Samfundsøkonomi«, har hann fekk til uppgávu at skriva søguna hjá Kongliga handlinum í Grønlandi, men ógrøðiliga sjúkan vitjaði nú alt oftari og oftari og gjørdi hann óarbeiðsføran long tíðarbil, hann lá og »fjaraði burt á legu«, sum skaldið tekur til og andaðist bert 37 ára gamal í 1938.

Í *ummælum varð hann stundum skírdur »hin fosturlandskærasti av øllum føroyingum«, og so vakurt hevur hann lýst ást sína til føðilandið:

»Eg hevði mist evnini til at kenna gleði, hevði eg ikki havt Føroyar til at verma sinni mítt«.
 
Bókmentaverk:
Skrivligu verkini, ið liggja eftir Jørgen Frantz Jacobsen, kunnu skiftast sundur í hesar bólkar: 1) Søgulig rit og tíðargreinir. 2) Skaldsøgan. 3) Brøvini.

Verkini, sum fyrsti bólkur fevnir um, hava sum vera man tilknýti til søgulestur hansara og blaðmannaarbeiði.

Tað var danski felagsskapurin »Studentersamfundets Oplysningsforening«, sum miðskeiðis í 20-árunum heitti á Jørgen Frantz um at skriva bók um politisku viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum. Urslitið var bókin »Danmark og Færøerne«, ið kom út í 1927. Bókin er skift sundur í tveir høvuðspartar, sum høvundurin sjálvur í formælinum sigur frá, »ein søguligan,ið lýsir baksýnið aftan núverandi støðuna, sum tað annars mundi verið ógjørligt at fata, og ein nútíðarligan, ið tekur til viðgerðar tilburðir hesi seinastu torføru árini, frá tíðini um leið 1906 til í dag«. Bókin kom í 1975 í føroyskari týðing eftir Johan Hendrik Winther Poulsen og man enn vera greiðasta og besta lýsing av hesum viðkvæma evni.

Jørgen Frantz var sera umhildin blaðmaður, og tíðargreinir hansara, hvørt tær vóru um føroysk viðurskifti ella útlendsk, hvørt tær vóru lýsingar av samtíðar politikki ella søguligar stórstaðarlýsingar, taldust millum tær allarbestu í hansara samtíð.
 
Aftan á deyða hansara savnaði javnaldurin Chr. Matras nakrar teirra í savnið »Nordiske kronikker« (1943), og sami maður týddi hetta savnið til føroyskt: »Tíðargreinir« (1976).

Tað var um 1934, at Jørgen Frantz setti á at skriva skaldsøguna »Barbara«. Søgugongdina byggir hann á søgnina, sum søgd hevur verið um »illu Beintu«, hesa sorinskrivaradóttrina, sum livdi í byrjan av 1700-talinum og sum einkja eftir tveir prestar giftist hinum triðja, vágapresti, Harra Peter Arrheboe.
 
Í 1936 kom bókin »Færøerne — natur og folk«. Hetta  er ein frálík  lýsing  av føroyska samfelagnum, søguliga, samfelagsliga og mentunarliga.

Søgukønur, sum høvundurin er, eydnast honum avbera væl at skapa eitt siðsøguliga fullbúgvið verk, eina framúr lýsing ikki minst av gomlu Havnini, men persónlýsingarnar mynda uttan iva samtíðarfólk høvundans, og í teimum víkur hann nógv frá sagnatekstinum: Høvuðspersónurin, Barbara, er á ongan hátt nøkur ónd kvinna, tvørtur ímóti; hon er flogsut og óálítandi í ástarmálum, men lívsgleði hennara og ofta barnsliga kæti fáa okkum at vera góð við hana og kanska at taka synd í henni, tá hon sjálv móti endanum av bókini verður svikin.
Tað er undrunarvert, at tað skuldi eydnast høvundanum, deyðsjúkur sum hann var, at skapa hetta skaldsøgustórverk, og tað boðar frá bæði seiggi og sálarstyrki, at tað heitstreingi, hann setti sær við bókini, at hon skuldi vera »Eitt lítið takkarblunk við eyganum til lívið«, gekk út.

Sjálvur doyði Jørgen Frantz, áður enn handritið var heilt liðugt, men vinmaður hansara William Heinesen, sum hann var serliga nær knýttur at, legði síðstu hond á verkið og greiddi handritið til prentingar. Bókin kom út í 1939. Hon er týdd til trettan ymisk mál, har ímillum føroyskt: »Barba og Harra Pál« (1972) — týðari er Chr. Matras.

Jørgen Frantz Jacobsen var frágera íðin og dugnaligur brævskrivari. Javnaldurin William Heinesen, sum eigur eitt savn upp á tilsamans um 1500 tættskrivaðar kvartsíður skrivaðar í árunum 1918—1938, læt í 1958 prenta eitt úrval av brøvum Jørgen Frantzar undir heitinum »Det dyrebare liv«. Sjálvur lýsir hann í fororðum bókina soleiðis:

»Henda dagbókin er so statt komin at vera lýsingar frá dagliga lívinum, meðan Jørgen Frantz las í Keypmannahavn, lýsingar frá ferðum, har sum eg ikki var við, og seinast, og ikki minst, lýsingar og hugleiðingar av mongum sjúkulegum á hospitalum og bróstsjúkrahúsum. Ein høvuðsparturin hevur eisini skap av endurminningum frá barndómi og fyrsta ungdómi«.

Hetta brævasavnið kom eisini út í føroyskari týðing 1976 — týðari er Chr. Matras.
Øll skaldsliga skapanin hjá hesum deyðsjúka unga manni er borin av inniligum kærleika til lívið, og í greinaskriving hansara finna vit føðilandsalsk, sum álvara er í.

»Heldur fátækur alt lívið, men føroyingur, enn altráan at vinna sær óføroyskan frama«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Føroyskir høvundar, ið skriva á donskum

Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld.

Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað »fínara« fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

Úr hesum umhvørvi stíga í 1920-unum fram tveir skrivandi unglingar, sum koma at geva okkum dýran og stóran skaldskap, sum gjørdu navnið Føroyar gitið víða um lond.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017