• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Magnus Dam Jacobsen (1935-1978)

Magnus Dam Jacobsen var føddur og uppvaksin í Havn í 1935. Hann fór 14 ára gamal til skips, seinni fór hann í prentaralæru í Havn og tók sveinaprógv í Danmark. Hann starvaðist sum prentari.

Magnus skrivaði yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hann skrivaði um lívið á landi og á sjógvi, hann lýsti kenslulívið og sambandið millum menniskju, hann skrivaði um samfelagið og tey, ið høvdu ilt við at fóta sær í lívinum. Málsliga legði hann seg eftir at skriva so nær talumálinum, sum til bar.

Magnus Dam Jacobsen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann var føddur í Havn í 1935. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips, seinni fór hann í prentaralæru í Havn og tók sveinaprógv í Danmark.

Aftan á lokna útbúgving arbeiddi hann á ymsum prentsmiðjum í Havn, í Klaksvík  og Gøtu. Sum fakmaður var hann tikin úr leikum, og bøkurnar, hann sjálvur legði til rættis, eru framúrskarandi prentlistaverk.

Í 1970 flutti hann til Keypmannahavnar. Fyrstu árini fekst hann við skiftandi arbeiði, seinnu árini, til hann doyði í 1978, virkaði hann, sum hann sjálvur tók til »sum rithøvundur, yrkjari, útgevari, prentlistarligur tilrættuleggjari, reklamumaður og forrætningsmaður«

Fyrst í sjeytiárunum komu javnan í »Dimmalætting« og útisetablaðið »Oyggjaskeggja« »Brot úr dagbók«, sum Magnus hevði skrivað. Her tók hann við sínum lætta penni upp til viðgerðar mál, ið uppi vóru í tíðini, og mál, ið altíð hava almennan áhuga, stundum kátur, at kalla barnsliga fegin, stundum illur og revsandi.

Í 1975 gav hann út »17 yrkingar« við frálíka vøkrum náttúrumyndum, sprotnar bæði úr føroyskum og donskum umhvørvi, men høvuðsstrongurin í savninum tónar um einsemiskenslu, avvíkjaran í nýmótans samfelagnum:

»Vit hittast, sum skip á nátt,
heilsast,
og sigla so undan aftur móti blánandi
                                                    fjøllum« (»Farvæl«), brot

Árið eftir, í 1976, greiddi Magnus til prentingar nakrar av yrkingum faðirsins, Jens Dam Jacobsens; savnið fekk heitið »Vaknaður vársins songur«.
 
Sama ár kom út »Í Grønlandi við Kongshavn«. Bókin er skrivað í dagbókastíli um ein Grønlandstúr við skonnartini »Kongshavn« í 1965, fyrsta brotið er dagfest 8. juni, seinasta 12. november.
 
Dagliga tilveran umborð er beinagrindin í bókini, men hon er meir enn vanlig dagbók, hon er ein samanrenning av frásøgn, hugleiðingum og *ritroyndarkendum brotum, har høvundurin leggur fyri føtur lesarans egna lív sítt, upplivingar, støðutakanir, hugsanir og dreymar. Her er greitt frá so reiðiliga og óinnballað, at úrslitið illa fær verið annað enn hugvekjandi frásøgn eftir høvund, ið í øðrum sambandi lýsir lívsleið sína soleiðis:

»Í dag dugi eg at síggja, at eg havi fingið tað eg ynskti: Eitt ríkt og skiftandi lív. Himmal sum helviti«.

Í 1977 kom einasta skaldsøguroynd Magnusar, »Skitsur - býurin og stórbýurin«. Hendingarnar, sagt verður frá, fara fram í stórbýnum, Keypmannahavn, meðan býurin, Tórshavn, livir í hugaheiminum á ávísum persónum. Vit fylgja í bókini teimum trimum brøðrunum Johnny, Harry, og Tonni, sum hvør umboðar sítt lyndiseyðkenni, og teimum fólkunum, ið teir hitta á lívsleiðini. Hetta er eitt hart, í mangar mátar eirindaleyst umhvørvi, sagt verður frá, við gleðigentum, drankarum, hálvum og heilum brotsmonnum.

Sum skaldsøga er hetta, sum heitið sigur, ein skitsa, kanska nakað leys í bygging, men spennandi og hugvekjandi at lesa, tí sum høvundurin sjálvur hevur sagt, er hon »sprottin beinleiðis úr tí feska, brúsandi lívinum. Hon er um teg og meg. Um fortíð, nútíð og framtíð«.

Málsliga gekk Magnus í øllum skaldskapi sínum sínar egnu leiðir; so væl tað bar honum til, legði hann skriftmál sítt nær at talaðum máli.

Hann doyði í 1978.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017