• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Björk Jakobsdóttir (1966-)

Björk Jakobsdóttir rithøvundur og leikstjóri, var fødd í Reykjavík í 1966. Hon var útbúgvin leikari á Leiklistaháskúla Íslands í 1993. Hon arbeiddi á Borgarleikhúsinum í eitt ár.

Í 1994 stovnaði hon saman við øðrum leikarum eitt leikhús á Hafnafirði, har umleið 20.000 fólk búgva. Hafnarfjarðar Leikhús spælir einans nýggjar íslendskar leikir, skrivaðir til leikarar – ella leikararnir skriva teir sjálvir. Bjørk var har í átta ár og var ein av listarligu leiðarunum, fremstu leikarunum og rithøvundunum á leikhúsinum. Harumframt hevur hon verið í filmum, sjónvarpi og hevur undirvíst.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017