• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jakob Jakobsen (1864-1918)

Jakob Jakobsen var føddur í Tórshavn í 1864. Pápi hansara var H. N. Jacobsen bókhandlari og bókbindari, sum stovnaði gamla bókahandilin á Vaglinum í Havn.

Jakob var yngstur av trimum systkjum og einasti sonur. Hann fór trettan ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Tá ið hann hevði lokið studentsprógv, las hann norrønt mál, franskt og latín. Hann var fyrsti føroyingur, sum fekk doktaraheitið. Tað var í 1897.

Í 1892/93 og aftur í 1898 var hann í Føroyum sum granskari. Hann ferðaðist um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum fólk søgdu honum frá. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í 4heftum.

Jakob Jakobsen, ofta nevndur dr. Jakobsen ella Jákup doktari, var kendur og høgt mettur vísindamaður í norrønum máli. Hann er eisini kendur sum hann, ið vildi hava eina føroyska stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum, men hetta sjónarmið vann ikki frama.

Jakob Jakobsen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Jakob Jakobsen varð borin í heim í Havn í 1864. Aftan á skúlagongd í Havnar Latínskúla, har hann hevði sýnt stóran málsligan áhuga, fór hann í 1877 á latínskúlan í Herlufsholm á Sælandi, haðan hann í 1883 tók studentsprógv við góðum úrsliti, og sama árið fór hann, aftan á at hava verið heima og vitjað, á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, har hann valdi sær franskt sum høvuðsgrein.

Fyrstu   lestrarárini   búði    hann   í studentabýlinum  á  Garði   (Regensen), og næstu felagar hansara vóru íslendingar, kendastur teirra Bogi Th. Melsteð, seinni kendur sum søgufrøðingur. Íslendingar vóru tjóðskaparliga medvitnir, og tað er einki at ivast í, at samskifti Jakobs við teir gjørdi saman við øðrum hendingum sítt til, at hann í 1885 skifti lestrargrein og valdi sær norrønt mál til høvuðsgrein. Aðrar hendingar bendu hann somu leið: Longu á heysti 1884 hevði V. U. Hammershaimb, táverandi prestur í Lyderslev, heitt á hann at hjálpa til í tilevningini av »Færøsk Anthologi« (sí 1. bind bls. 83). Við norrønum sum høvuðsgrein og fronskum og latíni sum eykagreinum tók hann á sumri 1891 cand. mag. prógv og fór við eldhuga undir granskingarstarv sítt.

Úr Carlsberg-grunninum fekk hann í 1892 styrk til rannsóknarferð, og hann helt leiðina fyrst til Føroya, har hann í eitt ár ferðaðist um landið og savnaði fyrst og fremst sagnir og ævintýr; síðan gekk leiðin til Hetlands, har hann legði seg eftir at festa á blað leivdirnar av gamla norrøna málinum Norn, sum hevði verið talumál hetlendinga heilt upp til miðja 19. øld, men nú varð trokað til viks av enskum.

Í 1895 kom hann aftur til Keypmannahavnar við miklum rannsóknarúrsliti, og árið eftir góðtók filosofiska deild lærda háskúlans í Keypmannahavn   ritgerð   hansara »Det norrøne sprog pá Shetland« til verju fyri doktaraheiti. 27. apríl 1897 vardi Jakob Jakobsen ritgerð sína — hann var fyrsti føroyingur yvirhøvur, sum vann sær doktaraheiti.

I 1898 kemur Dr. Jakobsen heim aftur til Føroya og vitjar tá í rannsóknarørindum tær oyggjar, hann ikki rakk á ferð síni í 1892/93. Urslitið av hansara granskingarferðum er føroyska høvuðsverk hansara »Færøske folkesagn og æventyr«, sum hann læt prenta í árunum 1898 til 1901.


Fyrstu árini av nýggju øldini helt hann íðin og nærlagdur fram við gransking síni, hann vitjaði Hetland aftur í 1905 og Orknoyggjar í 1909, 1910, 1912 og 1915, var heima í Føroyum í 1915 og fór so aftur til Keypmannahavnar, har hann doyði í 1918.

So ungur Jakob Jakobsen var, tá lívstráðurin var kvettur — bert 54 ára gamal — kunnu vit siga, at hann doyði mitt í lívsstarvi sínum, doyði frá bókmentaverkum, hann hevði í gerð, og frá stórum ætlanum, hann hevði í hyggju at fara undir. Tíbetur tóku onnur um endan, nú hann var farin; systir hansara, Anna Horsbøl, fullfíggjaði summar av útgávunum, hann var farin undir, og í Føroyum, í Hetlandi og Orknoyggjum bygdu og byggja granskarar á tær rannsóknir, hesin lítillætni, arbeiðssami og gjølligi granskari gjørdi.
 
Bókmentaverk:
Trinni eru høvuðsverk Dr. Jakobsens, útgávan av søgnum og ævintýrum, bókin um Nólsoyar Páll og orðabókin yvir norrøna málið í Hetlandi. Umframt hetta skrivaði hann í føroyskum og útlendskum bløðum og tíðarritum hóp av vísindaligum greinum, og hann gav út nøkur smárit, ið vit nevna her:
»Karlamagnusar kväje« (1890), »Tvär smásøvur äv Guy de Maupassant, sættar út uppá førist« (1892). »Færøske Folkesagn og Æventyr« 1898-1901.

Jakob Jakobsen var føddur í Havn, men í báðar ættir átti hann næstrafólk víða um í Føroyum, eisini á útplássum; í faðirætt vóru abbin og omman ávikavist úr Sumba og Hattarvík, og móðurættin var heiman av Sandi.

Hetta mundi koma honum væl við, tá hann fór granskingarferðir um landið. Sagnirnar og ævintýrini skrivaði hann upp á ferðunum í 1892/93 og í 1898, og so fór hann alt fyri eitt undir útgávustarvið, sum var lokið í 1901.

Í verkinum, sum tilsamans telur um 650 síður,  finna vit 90   sagnir, 86 ævintýr, søguligar viðmerkingar til sagnirnar og ein drúgvan, fródligan inngang. Umframt hetta finna vit ein lista við norðurlendskum ævintýrum, ið verða borin saman við tey føroysku, og ein lista við úti við 100 heimildarfólkum, sum hava sagt honum sagnirnar og ævintýrini.

Sagnirnar eru skipaðar landafrøðiliga, t.e. at tær, ið eru knýttar at Suðuroynni, standa saman, síðan tær, ið knýttar eru at Sandoynni o.s.fr., meðan ævintýrini eru skipað eftir innihaldi, risaævintýr fyrst, so koma øskudólgævintýr, ganda-ævintýr, djóraævintýr o.s.fr.

Teimum søguligu rannsóknum, ið høvundurin gjørdi í sambandi við sagnirnar, helt hann á við, og hann almannakunngjørdi úrslitini í valaverkunum »Færøsk Sagnhistorie«. (1904) og »Diplomatarium Færoense. Føroyskt fodnbrævasavn« (1907)

Longu í 1887 helt Jakob Jakobsen í føroyingafelag í Keypmannahavn ein fyrilestur um lív og yrking Nólsoyar-Páls, og hugtikin sum hann var av hesum undangongumanni føroyinga, helt hann á við at granska lív og yrking Páls.
Í inngangsorðum í bókini sigur hann frá, at tilfarið hevur hann fmgið   partvíst   við   at    granska   í skjalasøvnum í Keypmannahavn og partvíst við at seta seg inn í tilfar, ið lá eftir eftirkomarar skaldsins.

Bókin er býtt upp í tvær deildir. Hin fyrra eitur »Lívssøga Nólsoyar Páls« og er í 15 pørtum; her ger høvundurin grein fyri ætt Nólsoyar Páls, og síðan greiðir hann gjølliga frá lívssøguni, serliga nógv verður gjørt burtur úr at lýsa viðurskifti Páls við embætismannaveldið í Havn, ið vildi forða honum at sigla við handilsvørum millum lond. Seinna deildin   eitur »Irkingar Nólsoyar Páls«. Her verða viðgjørdir teir átta tættirnir, ið menn meta Nólsoyar Páll at hava yrkt.
Ætymologisk ordbog over det norrøne sprog þá Shetland I—II.«

Heimafturkomin av fyrru Hetlandsferð síni fór Jakob Jakobsen at skipa orðasavn sítt í eina Norn-Danska orðabók. Trý bind komu, meðan hann var á lívi - í 1908, 1909 og 1912, men tá hann doyði, restaði nakað í, til handritið var liðugt.

Íslendski málfrøðingurin Finnur Jónsson greiddi eftir seðlum og niðurritum Dr. Jakobsens seinasta partin av bókini til prentingar; hon kom út í 1921. Hon byrjar við fródligum inngangi um norrøna málið í Hetlandi. Inngangurin er skipaður sum best eftir teim pappírum, ið lógu eftir Jákup doktara — ivaleyst hevði hann ætlað inngangin bæði rúgvismiklari og fastari bygdan.

Tilsamans telur bókin um 1000 síður. Hon verður mett sum eitt verk, ið kom í tøkum tíma, sum bjargari av leivdunum eftir norrøna málið   í Hetlandi.

Mentanarrákið, ið ræður seinasta tríatiáraskeiðið av 19. øld, er *naturalisman, og eitt av børnum naturalismunnar er ljóðfrøðin (fonetikkin), sum tátíðar málfrøðingar draga fram at loysa øll málfrøðilig vandamál at kalla.
Sum ungur studentur gjørdist Jakob Jakobsen hugtikin av hesi vísindagrein, og við henni sum grund ger hann uppskot til broyting av føroysku rættskrivingini, sum hann metir vera ov torføra at læra.

Uppskotið varð sett fram í greinarøð í Dimmalætting nr. 20 — 25 1889, »Nogle Ord om Færøsk samt et forslag til en ny færøsk Retskrivning«. Stutt at siga miðar uppskotið í móti at leggja skriftmálið nærri at talumálinum.
Bókstavirnir í nýggja rættskrivingarlagnum verða 29 móti 30 í Hammershaimbs skriftmáli, stavirnir í, ý og ð verða útihýstir, meðan ä og á koma við sum nýggir bókstavir.

Sjálvljóðini eru: a, á, å, ä, e, i, o, ó, u, ú, y, æ, ö, ø, tvíljóðini: ai, æi, ái, og hjáljóðini: b, d, f, g, h, j, k, 1, m, n, p, r, s, t, v.
Nýggja rættskrivingarlagið kom at taka seg út soleiðis:

Mikjenes.

Mikjenes hevur ættir manna sögn vere flotáiggj. Ain mävur y Sörváje, sum   javnlia róe út, raddist idla störkvälenar úte á häve, o äv ty hann ikkje åtte bävur á stiggja tair vi, hæie hann til tæss tarvsmikjo, sum hann kastaje y sjægvin, tá y kvälir vóro när staddir bátenun. Nú hann situr úte á häve o rekur fire væstan Våar, sär hann stóra áiggj koma undan úr tokone; adlir dræa upp o rægva sum sjótast ät åidne. Sörvågsmävurin, y fistur hæie bore æia vi häna, kastaje mikjona upp á aitt nes, sum tair komo ät, o stai so á land sjálvur; tá fæstist åiggjin äv mikjone, y bläka vär upp á nese, og äv ty siist åiggjin á häva fingje navn Mikjones. Ärir nævna häna Mikjenes, äv ty mikla nesenum æistast á åidne, sum aitur Nigvones, o tä er tä rattara.

Uppskot Jakob Jakobsens kom júst í eini tíð, har føroyskt útgávustarv er í byrjan. Føroyingafelag í Føroyum var sett á stovn í byrjan av 1889 og blaðútgáva felagsins byrjar í 1890 við »Føringatíðindi«. Heilt tíðliga í søgu felagsins tekur seg upp tvídráttur um, hvat skriftmál, ið nýtast skal í ritverkum, sum felagið letur úr hondum; summir vilja varðveita Hammershaimb-stavsetingina, meðan aðrir vilja fylgja Jakobsen-stavsetingini. Í 1893 varð sett ein sjeymannanevnd at gera úrskurð í spurninginum. Nevndin hevði hesar limir: V. U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Jørgen Hammershaimb, Johan C.  Olsen,  Christian Bærentsen,   Christian   L. Johannessen   og Fríðrikur Petersen.
Úrslitið er sonevnda »broytingin«, sum nevndin legði fram í 1895. Nevndin góðtekur í høvuðsheitum stavseting Hammershaimbs, men ger hesar broytingar:

1. Gingið verður burtur frá at nýta y
og ý, tí í framburði falla hesir
stavir saman við ávikavist i og í.
Skrivað verður nú i fyri y (t.d.
sinir fyri synir) og í fyri ý (t.d. lísa
fyri lýsa).
2. Munurin, ið áður varð gjørdur
millum ö og ø (umljoð av ávika-
vist a og ó), er burturdottin, tí í
framburði er eingin munur.
3. hj og hv fremst í orði verða nú
orsakað av framburðinum skrivað
kj og kv (t.d. kjá fyri hjá og
kvalur fyri hvalur). 
4. Fyri -ll- og -rn- inni í orði verður
eftir framburðinum skrivað dl og
dn (t.d. fjadl fyri fjall og badn
fyri barn).
5. Fyri -ft- inni í orði verður eftir
framburðinum skrivað -tt- (t.d.
attur fyri aftur og ettir fyri eftir).

Hóast hetta »broytingar«-uppskot má sigast at liggja væl nærri Hammershaimbs stavseting enn Jakobsens, so noktaðu trúgvastu Hammershaimb-viðhaldsmenninir at góðtaka tað; teir vildu als onga broyting hava, og úrslitið av tí tvídrátti, ið nú tók seg upp, gjørdi sítt til, at »Føringafelag« sovnaði og »Føringatíðindi« eisini fór fyri bakka.
At kalla einasti maður, ið var trúgvur móti »broytingini«, var Dr. Jakobsen sjálvur, sum alt til deyðadags nýtti hesa stavseting í føroysku ritverkum sínum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Skriftmál

Skriftmál V. U. Hammershaimbs frá 1846 var upprunafrøðiligt, t.e. tað bygdi á gamla norrøna málið. Fólk fegnaðust um, at føroyingar nú høvdu fingið felags skriftmál, men skjótt ljóðaðu røddir, sum kravdu broyting av skriftmálinum, tær mettu, at málið var ov torført at læra, og vildu hava tað at nærkast framburðinum.

Um øll Norðurlond var ljóðfrøði (fonetik) nýggj og vællýdd vísindagrein seinast í 19. øld, og ungi landsmaður okkara Jakob Jakobsen, sum í 1883 byrjaði lestur við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, gjørdist hugtikin av hesi nýggju stevnu og setti við henni sum grundvølli fram uppskot um nýtt skriftmál í 1889.

Umframt hetta granskaði hann dúgliga bæði føroyskt mál og serliga leivdirnar av norrøna málinum í Hetlandi, og hann legði úr hondum hóp av ritverkum.

 

Upplestur

Øskudólgur, Les 1 s. 213

Brúdleypið í Stapa, Les 2 s. 141

Teir sjey svanirnir, Les 3 s. 73

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017