• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Tórður Jóansson (1941-)

Tórður Jóansson - áður Debes Joensen - er føddur í Keypmannahavn 1/5-1941. Fimm ára gamal flutti hann við foreldrunum til Føroya og gekk í barnaskúla og framhaldsskúla í Havn. Tilkomin fór hann á Emdrupborg-læraraskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv í 1964. Lærari á Tvøroyri 1964-68 og á Venjingarskúlanum í Tórshavn frá 1968. Skúlaárið 1968-69 var hann á ársskeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, var 1970-71 eitt lestraár í Moskva, og árini 1978-81 las hann við lærda háskúlan í Glasgow í Skotlandi og tók prógv sum Master of Arts.

Í læraraskúlatíð síni í Keypmannahavn var hann við til at endurstovna ungmannafelagið Oyggjaframa og at geva út vinstrahalla tíðarritið »Framan«, har hann eitt skifti var blaðstjóri. Hann var eisini eitt skifti blaðstjóri á »Tíðini«, og av og á hevur hann arbeitt sum blaðmaður á »14. September«.

Føroyska arbeiðararørslan hevur havt hansara stóra áhuga, og í 1975 legði hann til rættis fimti ára minningarrit Føroya Arbeiðarafelags »Saman tí standið«. Hann hevur eisini skrivað bóklingin »Lenin 100 ár«, 1970, og í 1979 kom frá hansara hond greinasavnið »Okkurt um ymiskt«, sum er eitt lítið úrval av tí, hann hevur skrivað til føroysk bløð tíðarskeiðið 1963-78.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017