• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Martin Joensen (1902-1966)

Martin Joensen var føddur í Sandvík í 1902. Hann tók læraraprógv og starvaðist sum lærari í mong ár, fyrst í heimbygdini og seinni á Tvøroyri.

Hann skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, søguligar lýsingar, greinir og einstaka yrking. Í sínum skaldskapi lýsir hann ofta arbeiðslívið, gerandisdagin í sluppfiskitíðini, sosialu lívskorini, viðurskiftini millum kynini og einstaklingar, ið breðga frá í fjøldini. Hóast evnini ofta eru álvarsom og stundum døpur, eru kortini lívsjáttandi tóni og skemtingarsemi í skaldskapinum.

Martin Joensen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

»Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga um uppvøksturin. Hann mundi vera,  sum vanligt er úti á bygd í Føroyum«. Soleiðis byrjar Martin Joensen, føddur í Sandvík í 1902, frágreiðing um lívssøgu sína, og hann heldur fram: »Vit høvdu at rópa rættiliga góða skúlagongd. Tá ið eg fór í skúlan, hevði bygdin sín egna lærara og var sloppin leys frá Hvalbiar læraranum. Viðvíkjandi føroyskum so var A. C. Evensens lesibók komin, tá ið eg var eini 10 ár, og henni lósu vit í eina ferð um vikuna ta tíð meðan eg gekk í skúla. Eg minnist, at tað var stór hending, tá ið Jóhannesar evangelium og Robinson Crusoe komu og vórðu útbýttar millum skúlabørnini. Somuleiðis tá ið »Ungu Føroyar« komu fram. Mær dámdi væl at lesa í óvitaárunum, og atstøðurnar vóru hópin góðar at fáa fatur á bókum, sum dámdi ungdóminum. Men har sum ivaleyst í øðrum plássum varð tað hildið at vera ein skomm at hava góðan lesingarhug«.

Sum aðrir dreingir fór Martin Joensen 17 ára gamal til skips, men hugurin til bókina eggjaði honum á háskúlaskeið veturin 1922/23, hann hevði í kvittanum at fara handils-vegin og ætlaði sær á handilsskúla í Danmark.

Skeiðið á Føroya Fólkaháskúla kom at hava avbera stóran týdning fyri hann, har fekk hann hina fyrstu leiðbeiningina í at skriva føroyskt, og søgufyrilestrarnir góvu honum annað sýn á lív og framtíð.

Eftir ráðum frá Símuni av Skarði slepti hann ætlanunum um at fáa sær handilsútbúgving, fór í staðin í 1923 á Læraraskúlan, ikki tí at hann hevði so ovurhonds stóran hug til lærarayrkið, heldur tí at hetta starvið gav honum betri møguleika at leita til bøkur og til skriving.

Aftan á lokið prógv í 1926 var hann fyrst lærari í bygdunum Økrum, Víkarbyrgi og Lopra, í 1929 fekk hann starv í heimbygdini, og har var hann, til hann í 1944 fekk starv á Tvøroyri. Hetta starvið røkti hann, til hann vegna sjúku mátti leggja frá sær. Hann doyði í 1966.

Bókmentaverk:
Í skúladøgum Martin Joensens á háskúlanum høvdu næmingarnir handskrivað felagsblað, »Tjaldur«, har fleiri royndu skaldaflogið. Martin helt seg framat, og ikki mundi vera leingi, til oddamenn skúlans — báðir skrivandi menn — varnaðust, at her var unglingi, ið okkurt gott mundi spyrjast burtur úr, varð hann stuðlaður.

Hesar fyrstu royndirnar hildu fram í handskriyaða felagsblaði læraraskúlanæminga »Snarljósi« árini 1923 — 26, og fyrsta søga hansara »Eitt krosstekin« kom á prenti í 1928 í jólanummarinum av »Barnablaðnum«, sum floksfelagar hansara av læraraskúlanum, Sámal Johansen og Jacob Olsen, stjórnaðu.

Fyrsta søgubrot Martins í vaksnamannastíli varð prentað í jólanumm-ari av »Føroya Sosialdemokrati« 1933. Brotið er »Ein bygdamynd«, ið fær hugin hjá honum, ið lesur, at leita aftur til døpru hendingina á sandinum í Sandvík í 1915, tá bátar í grindadrápi holvdust og fleiri mans druknaðu.

Í árunum uppeftir koma frá hond Martins skaldaverk í »Varðan«, yrkingar, stuttsøgur og brot úr skaldsøgu.
 
Í 1946 kemur út fyrsta skaldsøga hansara, »Fiskimenn«, og seks ár seinni kemur framhaldið »Tað lýsir á landi«.

Í fyrru skaldsøguni fylgja vit manningini á sluppini »Ørnini« í fiskiskapi undir íslandi og heima millum túrar. Innanborða balist ymisligt fólkatilfar: hin ofta bonski skiparin, stýrimaðurin, umvendur, men kortini veikur fyri freistingum, hin bardagafúsi Sigmundur, hin happaði kokkurin, hin líkasæli Ólavur, longsulsmaðurin Hans Pauli, gudsavnoktarin Gunnar, Andrias, ið skavar alt inn undir seg, og so ivamaðurin, Símun, sum í framhaldsverkinum »Tað lýsir á landi« gerst høvuðspersónur, altíð í tvídrátti við sjálvan seg: í trúarspurningum, í fakfelagsmálum, í ástarbrøgdum o.s.fr.

»Ørnin« siglir út frá keypsstaðnum, sum orsakað av grógvandi skipsfiskiskapinum er farin at vaksa við risaferð. Fólk av smábygdunum leita til hetta stórplássið har altíð ein »vælsignað« dagløn er at forvinna, tá tú leitar tær í arbeiði hjá konginum á staðnum, reiðaranum og keypmanninum Kristiani Kristiansen.

Men vinnumøguleikarnir geva stórstaðnum eisini eina rangu. Tey, ið streyma til, mugu taka til takkar við vánaligum íbúðarviðurskiftum í skúrum og fiskagentuhúsum; seinni tá tvey kasta saman, fáa tey innivist í onkrum slavnum kjallara og liva so har sum trælir stórreiðarans: hann á skipsdekki, hon á fiskaplássinum, við ongum vónum nakrantíð at sleppa uppundan fíggjarliga.
Skaldsøgan sigur eisini frá spírandi stættastríði, íbirtan av yrkisfeløgum, og frá teim trupulleikum, hesi hava at dragast við í byrjan:

Fiskimenn eru teir fyrstu at illgita um oddamenn í egna felagi teirra, og væl eydnast reiðaranum at seta upp stætt mótvegis stætt, tá hann við fiskimenninar sigur, at tað er arbeiðsfólkið á landi, ið veldur, at fiskimaðurin fær so lítla úrtøku.
Framhaldsbókin er ein lýsing av eini lítlari bygd, heimbygd Símunar, men meir er hon lýsing av tvídráttinum í sál Símunar millum gamalt og nýtt.

Í stórstaðnum hevði Símun verið trúlovaður við Astrið, ið hann hevði hitt á møti, men hon ger tað liðugt, tí hon er sannførd um, at Símun eisini í trúarmálum er ivamaður. Símun hittir so aftur fiskagentuna Sáru, og í byrjan av »Tað lýsir á landi« giftast tey og festa búgv í heimbygd Símunar. Sára er løtt av lyndi, lívsglað og gæsut, hetta hóvar ikki væl í tunga bygdarlívinum, og verumáti hennara fær Símun at ivast í, hvussu álítandi hon er.

Gunnar, gudsavnoktarin, vit hittu við »Ørnini« summartúrin undir Íslandi, kemur heim úr útlondum og fær sær handil í heimbygd Símunar. Hann er bráðræsin, ynskir kollveltandi broytingar; Símun metir hann sum eina spillu fyri bygdina, og andstøðan teirra millum gerst ikki minni av, at Gunnar tykist hugtikin av Sáru, og hon — hin lættlynta — kanska roknar komu Gunnars sum eina frábreðgandi hending í leiðiliga bygdagerandisdegnum.

Nógvir persónar, ymiskir av lyndi, mynda heimbygd Símunar. Teirra lív og lagna er eisini partur av skaldsøguni, men sjálv meginæðrin í frásøguni er stríð Símunar at vinna átrúnaðarligt fótafesti, at fáa fult álit á hjúnarfelaga sínum og í viðurskiftunum við høvuðsfíggindan, Gunnar, at koma til ta niðurstøðu, at dómurin um, hvør ið skal liva og hvør ikki, liggur ikki í menniskjans hondum, men í hondunum á hægri himmalskum valdi.

Stuttsøgusøvn Martin Joensens eru fýra í tali. »Útrák« kom í 1949, »Klokkan ringir« (barnasøgur) í 1962 og aftan á deyða hansara komu á 75-ára degnum í 1977 tey bæði søvnini »Heimadoktarin« og »Gamli maðurin og varðin«.
Í stuttsøgunum viðger Martin Joensen ofta sama umhvørvið og somu tíð, sum hann lýsir í skaldsøgunum: Fíggjarligu trongtíðimar í 20- og 30-árunum. Ein hin eyðkendasta er dapra lýsingin »Húsvillur« (1936) um strevaran Magnus, ið hóast stríðið noyðist at flyta frá húsi og heimi úr heimbygdini við konu og børnum, tí hann klárar ikki at svara hvørjum sítt. Uttan iva er hetta sannasta lýsing av sínum slag í føroyskum bókmentum.

Vit eiga eisini at nevna søguligu søgur høvundans, bygdar á frásøgutilfar ella sagnir. Siðsøguligar lýsingar og forn navnagáva gera í hesum sítt til at fáa tær sannlíkar.

Sterkar lýsingar av einstaklingum — ofta slíkum, ið breðga frá fjøldini — eru eisini at finna í skaldskapi Martin Joensens. Flest øll munnu hefta seg við frálíku lýsingina av hálva kryplinum »Elini Mariu«, men eisini lýsingin av gamla bygdaskúlalæraranum í søguni »Merkisdagur Abrahams« er minnilig. Ofta hevur verið sagt, at stuttsøgur Martin Joensens eru daprar og døkkar. Hetta eigur kortini ikki at fáa okkum at gloyma, at høvundurin eisini eigur ein lívsjáttandi tóna, ja, stundum er hann beinleiðis skemtingarsamur — eitt nú í frálíku stuttsøguni »Heimadoktarin«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentatíðarritið "Varðin"

Í Tingakrossi 23/3-1921  finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið.  —  Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.

Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«

Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.

Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.

Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.

Samfelagsviðurskifti og "Varðin"

Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.

Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.

Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.

Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.

Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.

Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.

Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.

*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017