• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jákup í Jógvansstovu (1913-)

Hann er føddur í Leirvík 1/8-1913. Aftan á loknan barnaskúla var hann í fýra ár til skips, hevur síðan arbeitt sum smiður og røkt eitt 2-marka festi, sum hann festi í 1947 og læt soninum í 1982.

So av og á hevur Jákup latið jólablaðnum »Hugnalig jól« tilfar, og í 1979 kom frá hansara hond bókin »Eyskarið« við søgum, frásøgnum og yrkingum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017