• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Marius Johannesen

Marius Johannesen (1905-1986)

Hann er føddur 5/3-1905 í Funningi. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi; her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1970.

Marius hevur røkt mong álitisstørv innan føroyska skúlaverkið, formaður Føroya lærarafelags var hann 1942-53 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-67. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy tey bæði valskeiðini 1958-66 og sum blaðstjóri á »Tingakrossi« drúgt áramál.

Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar »Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár«, 1952, og 6.-7. skúlaár, 1954. Hann hevur skrivað barnabókina »Nósi kjósagrái«, 1975, »Jólabókina« 1975, »Eitt sindur um Kalsoynna « 1976, »Megnarmenn og -kvinnur«, 1979, »Føroysk barnaspøk, 1979, saman við Óluvu Skaale skrivaði hann »Matur og matgerð«, 1974, hann týddi »Bør Børson« eftir Johan Falkberget, legði til rættis táttasavnið »Tættir I-V«, 1966-78, og legði eisini til rættis báðar útgávurnar av bókini »Lærarafólk í Føroyum«, 1957, 1976, hina fyrru saman við J. M. Kjeld.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017