• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Adrian Johansen (1913-1980)

Hann er føddur á Strondum í 1913 og fekk sín barnalærdóm í heimbygdini. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var sjómaður í átta ár, til hann í 1935 leitaði á tvey ára háskúlaskeið í Haslev.

Liðugur á háskúlanum gjørdist hann í 1937 trúboðari hjá donsku »Indre Mission« og virkaði sum slíkur skiftandi tíðarskeið á Bornholm, í Bramminge, Stege, Køge, Glostrup og Karise. 

Umframt søgusøvn, *ritroyndasøvn og barnabøkur hevur Adrian skrivað trettan skaldsøgur, har av hesar seks eru lagdar til føroyskt umhvørvi: »Elven fosser«, 1953, »Det stormer fra nord«, 1954, »Havets sønner«, 1956, »Stærke viljer«, 1958, »Underlige veje«, 1961, »Vindstyrke 12«, 1967. Alt, ið hann skrivaði, er merkt av trúboðaravirki hansara.

Hann doyði í 1980.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Sí Eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017