• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Sámal Johansen

Sámal Johansen (1899-1991)

Hann er borin í heim í Haldórsvík 31/10-1899. Komin til mans var hann verkamaður, róði út og var til lands í Íslandi. Í 1920 fór hann niður á Askov háskúla og var á skúlanum tveir vetrar; hann kom so heim aftur, fór á Føroya læraraskúla í 1922 og tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við Vágs skúla, og hetta starvið røkti hann, til hann í 1967 fór frá vegna aldur og við eftirløn. Í 1972 flutti hann til Havnar og hevur búð har síðani.
 
Sum so mangur føroyskur lærari hevur Sámal drúgt áramál røkt álitisstarv í teirri bygd, hann kom at virka, soleiðis var hann limur í sóknarstýrinum í Vági 1935-50 og aftur 1963-66, fleiri ár formaður.

Longu í læraraskúlatíðini skrivaði hann søgur og yrkingar í Snarljósi, blaði læraranæminga, og nýklaktur lærari stjórnaði hann saman við floksfelaganum Jacob Olsen Barnablaðnum 1929-30.

Tá Sámal hevði lagt lærarastarvið frá sær, fekk hann stundir at greiða til prentingar skrivligt tilfar, hann hevði havt liggjandi, og sigast má at hann hevur ríkað føroyskar yrkisbókmentir stórliga við teimum báðum bókunum »Á bygd fyrst í 20. øld«, 1970, sum uttan at siga tað er ein Haldórsvíkar søga, og »Til lands«, 1980, sum er um útróðurin, føroyingar tóku upp í íslandi seinast í farnu øld.

Umframt hesar nevndu bøkur hevur hann umframt týðaraverk greitt úr hondum »Føroya landalæru« til skúlabrúks 1963, søgusavnið »Heimbygdin og aðrar søgur«, 1972, og skaðasøguna hjá teimum trimum bygdunum Tjørnuvík, Haldórsvík og Langasandi 1818-1978.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017