• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Hanus Kamban (1942-)

Hanus Kamban - áður Andreasen - var føddur í Saltangará í 1942 og vaks upp í Skúgvoy.  Hann flutti til Havnar í 1956 og tók studentsprógv í Hoydølum í 1960. Eftir tað arbeiddi hann sum læraravikarur og arbeiðsmaður í nøkur ár, áðrenn hann fór undir lestur uttanlands. Hann las eitt skifti enskt og týskt og er útbúgvin sjúkrahjálpari. Seinnu árini hevur hann fingist við skriving burturav.

Hanus hevur verið virkin innan blaðútgávu og innan føroyska mentanarumhvørvið. Hann var í fleiri ár ritstjóri á tíðarritinum Fjølnir, og hevur eisini verið formaður í Rithøvundafelag Føroya.

Hanus er fjøltáttaður rithøvundur,  hann hevur skrivað suttsøgur, yrkingar, útvarpsleikir, øvisøgur um høvundar og greinir. Nógv av tí, sum hann hevur skrivað, er týtt til onnur mál. Í skaldskapi sínum viðger Hanus millum annað temu sum barnaár á bygd, nívandi skiftið millum barna- og unglingaár, happing, viðurskifti millum mann og kvinnu, elli og deyða.

Hanus fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2004. Harumframt fær Hanus veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond.

Hanus Kamban

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hanus Kamban er føddur í Saltangará í 1942 og vaks upp á útoyggj, í Skúvoy, har faðir hansara var lærari frá 1944 til 1956.

Aftan á loknan barnaskúla flutti hann við foreldrunum til Havnar, fór í framhaldsskúla og tók studentsprógv í 1960. Eitt skifti las hann enskt við lærda háskúlan í Keypmannahavn, eitt skifti var hann í Onglandi, stundum hevur hann arbeitt sum læraravikarur, stundum sum verkamaður.

Í Keypmannahavnarárunum var hann virkin í studentaumhvørvinum har, m.a. sum blaðstjóri á tíðarritinum »Fjølnir« 1967-69.

Tíggju ára skeiðið 1969-1979 komu frá hansara hond trý søvn av søgum, týddar úr enskum: »Drekin«, 1969, við átta søgum eftir teir Ray Bradbury, Graham Greene, W. Somerset Maugham og H. G. Wells, »Kaleidoskop«, 1974, við fimm søgum eftir Ray Bradbury og »Dreymur um eitt undarligt land«, 1979, við sjey søgum eftir Graham Greene.

Í 1979 legði hann til rættis útgávuna av bókini »Kveikt og kannað«, ið er sayn av yrkingum, týðingum og grelnum eftir Rikard Long, og hann skrivar inngang um Rikard sum yrkjara, kveikjara/og málfrøðing.

Sjálvur hevur Hanus so av og á skrivað ummæli, bókmentaligar greinir og stuttsøgur í Fjølnir, Magn og Sosialinum. Í 1980 kom út fyrsta søgusavn hansara »Dóttir av Proteus«, og í 1982 kom annað savnið  »Við tendraðum lyktum«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017