• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Heðin M. Klein (1950-)

Heðin M. Klein var føddur í 1950 í Havn, men vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, men hevur í nøkur ár verið dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni.

Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið.

Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin millum annað náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Í 1985 fekk Heðin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Heðin M. Klein

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í 1950 við Gjógv. Aftan á loknan barnaskúla tókst hann við fyrifallandi arbeiði í heimbygdini, fór so í 1965 í realskúla og úr 2. real á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1972.

Sama ár varð hann settur í starv við Meginskúlan á Sandi, og har starvast hann enn. Tíðarskeiðið 1974-1980 hevur hann sitið á løgtingi umboðandi Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi, og frá 1978 til 1980 var hann annar landsstýrismaður floksins í samgonguni við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

Í læraraskúlatíðini sóust av og á yrkingar frá hansara hond í »Snarljósi«, blaði læraranæminga, og »Glugganum« sendi hann eisini tilfar.

Í 1969 kom fyrsta og higartil einasta savn hansara »Væmingar og vaggandi gjálv« við 15 upprunayrkingum og fýra týðingum eftir danan Nis Petersen, sum hann man kenna seg andaliga skyldan við. Savnið má sum fyrsta savn hjá ungum yrkjara sigast at vera búgvið verk, málsliga frálíka gott og við heilskapaðum kensluløddum yrkingum, sum t.d. hesari um smædnar vónir:
 
»eg standi og stari
at sevsettu veitini
løkinum
sóljuni
sorgblítt suffandi
og tó brosandi
mær á møti

og sjónin veksur
um meg
og í mær
syndrast og savnast
í smædnum vónum
og bivandi gleði.
 
Heðin hevur heppisliga flutt útlendskan skaldskap yvir á føroyskt mál: saman við Steinbirni B. Jacobsen legði hann til rættis týðingabókina »Flytifuglar«, 1972.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini rit.fo.

Sekstiárini

Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017