• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Rasmus Rasmussen (1871-1962)

Rasmus Rasmussen

Rasmus á Háskúlanum, sum hann vanliga varð róptur millum manna — varð borin í heim í Miðvági 13. august 1871. Barnaárini mundu ikki vera øðrvísi enn hjá børnum flest um hetta mundi; hann luttók í fyrifallandi arbeiði, og hann gekk í skúla. Lærari hansara var Jacob Jacobsen úr Havn, sum hevði gingið á fyrsta skúlaskeiði nýstovnaða Læraraskúlans í Havn og sum hevði verið ein vetur á danskan háskúla. Kona lærarans, Anna Kjelnæs, hevði eisini verið burtur á donskum háskúla, og her í heimi teirra fekk smádrongurin Rasmus kunnleika um háskúlarørsluna. Hugur hansara til sjálvur at sleppa av landinum at kunna seg við háskúlalívið var so sterkur, at hann — hóast hann var borin til festið norðri í Stovu við Kirkjar — megnaði at bróta seg burtur úr bygdalívinum, at leggja aðrar leiðir , enn næstrafólk og fólk flest mundu hava væntað av elsta bóndasyni á einum valagarði.

Í 1892 fór Rasmus á handverkaradeildina á Vallekilde háskúla, har hann var í tveir vetrar — um sumrini arbeiddi hann sum húsasmiður.
Veturin 1896/97 fór hann á Askov háskúla, og her hitti hann Símun av Skarði.

Bókmentaverk:
Tað man bera til at býta bókmentavirki Rasmusar sundur í tríggjar bólkar. Hin fyrsti fevnir um skrivliga arbeiðið, hann legði úr hondum í tænastu Føroya Fiskimannafelags. 

Vit nevna, at hann var blaðstjóri á blaði felagsins FF frá 1921 til 1928, og at hann í 1946 gav út ritið »Landsfelagsskapur fiskivinnuni til frama« og í 1936 »Føroya fiskimannafelag 1911-1936«.
Annar bólkur fevnir um tað slóðbrótandi rannsóknararbeiði, hann gjørdi serliga innan føroyska plantu-læru. Hann legði úr hondum »Plantulæru« (1910), »Føroya floru« (1936 — í øktari útgávu 1952) — »Gróðrarnýtsla fyrr í tíðini« (1946), »Føroysk plantunøvn« (1950) og »Gróður og gróðrarvánir« (1952).

Hetta var av sonnum at bróta upp úr nýggjum: Eitt var tað, at føroyskar plantur her við skili vórðu settar í fasta skipan; annað var tað, at frøðiorð her vórðu smíðað til allar plantufrøðiligar lutir — ja, her skapaði hann fullfíggjað føroyskt vísindamál á hesum øki.

Vit koma nú til triðja bólkin — tær føgru bókmentirnar. Rasmus nýtir her dulnevnið Regin í Líð og leggur úr hondum eina skaldsøgu, ein sjónleik, eitt stuttsøgusavn og ein hóp av týðingum. Týðingarnar eru lutvíst úr fornmálinum, »Tvær fornsøgur« (1942), »Fornmálasagnir og fornmálaljóð« (1945), »Hávamál« (eisini 1945), og lutvíst úr samtíðini »Tvær skaldsøgur« (1943) eftir enska høvundin John Galsworthy og»Fiskimaðurin « (1922) eftir franska høvundin Pierre Loti.


Upprunaverkini eru skaldsøgan »Bábelstornið«, stuttsøgusavnið »Glámlýsi«, sjónleikurin »Høvdingar hittast« og endurminningarbókin  »Sær er siður  á landi«.


Her   verður   sagt   eitt   sindur   um hvørt  av  upprunaverkunum:
Øll vita, at føroyskur songskaldskapur tók seg upp millum ungar føroyskar studentar, ið staddir vóru í Keypmannahavn miðskeiðis í 1870-árunum, men vit skulu eini 25 ár longur upp í tíðina at finna fyrstu royndirnar at seta saman stuttsøgur á føroyskum máli. »Tingakrossur« kom út á fyrsta sinni í 1901, og í hesum blaði fingu tey innivist, sum hug høvdu at royna seg skaldsliga bæði í bundnum og óbundnum máli. Regin í Líð var ikki seinur at halda seg til,og fyrstu árini av hesi øldini finna vit fleiri stuttsøgur frá hansara hond í blaðnum. Nakrar av hesum læt hann samla í savnið »Glámlýsi«, sum kom út í 1912. Í hesum savni, sum »Hitt føroyska bókmentafelagið« gav út, eru tilsamans fimm prosaroyndir: »Hvítabjørnin« er týðing eftir danan Hans Kaarsberg; »Dreymamyndir« er prosapetti í háfloygdum stíli, har skaldið í eini sjón sær dís oyggjanna, sum greiðir frá søgu Føroya alt frá tíðarinnar morgni til dagin í dag. Hini trý prosapettini mugu kallast rættiligar stuttsøgur: Hin syrgiliga, eitt sindur góðvarna kærleikssøgan í 6   pørtum   »Minnisvarðin«  er ein, onnur er »Rakul« við frálíkum lýsingum av keypsstaðnum, av hinum snilda og ráðaríka reiðaranum og av fiskagentuni — ein søga, sum av samtíðini varð mett at vera dekan og djørv í viðgerð síni av viðurskiftun-um millum kvinnu og mann, og at enda finna vit hugtakandi søguna »Eyðun« um gátuføra norðuroyingin, sum setur búgv við Huldugil suðuri í Vági. Men undan útgávuni av søgusavninum var skaldsøgan »Bábelstornið« komin í 1909 — og flest øll munnu vita, at hetta er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli.

Bókin er ein politisk ættarsøga, har vit um trý ættarlið fylgja húsfólkunum á tveimum gørðum, Uppi í Stovu og í Jógvansstovu.
Umframt at lýsa samskifti millum menniskju í gerandisdegnum leggur høvundurin hendingarnar til tey politiskt so livandi árini um leið 1850, tá Niels Winther trínur inn á føroyska samfelagsleikpallin. Høvuðspersónarnir mugu taka støðu til stevnu Niels Winthers, og seinni eru teir við í vaknandi tjóðskapartíðini.
Annars lýsir høvundurin stríðið millum føroyskt og danskt, vísir á, hvussu illa tað føroyska og danska samtykkir eitt nú í einum hjúnarlagi, og greidliga lýsir hann móttøkuna, afturhaldið heima í Føroyum gevur honum, ið hevur leitað sær út um eingjargarðar at vinna sær útbúgving og kemur heim aftur við ætlanum um at nýta nýmótans arbeiðshættir   í   vinnuni.

Hóast    bókin    hevur    síni    brek bæði   í   bygging   og   stíli,    so   má hon   sum   fyrsta   skaldsøguroynd okkara   metast   sum   valaverk.
Triðja upprunaverkið er sjónleikurin »Høvdingar hittast«, sum kom út í 1928. Flest øll føroysk børn munnu frá barnsbeini vera lærd, at í Føroyingasøgu er  Sigmundur  hin reinlynti friðarmaðurin, meðan Tróndur í Gøtu er gandakallur og harðrendur heidningur. Í hesum sjónleiki verður onnur mynd givin av tíðini, tá kristindómurin varð borin fram fyri føroyingar: Sigmundur er her umboðsmaður fyri útlendskt vald — Tróndur hann, sum verjir føroyskan sið.

Fjórða og seinasta upprunaverkið er endurminningarbókin »Sær er siður á landi«, sum kom   í   1949. Bókin er øll sum hon er ein siðsøgulig frásøgn um føroyskt bygdarlív seinast í farnu øld, har høvundurin í vøkrum málbúna svarar spurningum sum: Hvat tókst fólk við tær ymsu ársins tíðirnar? Hvørji amboð vórðu nýtt? Hvussu var klædnabúni teirra? o.s.fr. Men eisini onnur mál — minni ítøkilig — vórðu lýst, t.d. - mannahugsan og lívsáskoðan, eitt nú í tí sera væl skrivaða pettinum »Tey hyggja at   veltum«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Háskúlamenninir

Eitt av málunum, »Føringafelag« í Føroyum longu á stovningarfundinum setti sær fyri at fremja, var at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.

Háskúlahugsanin var kyknað í Danmark fyrr í farnu øld, hon var í síni grund ein uppreistur móti steindeyða latínskúlanum. Har lærdi skúlin setti turra uttanatslæru og uppramsan, setti háskúlin hitt livandi orðið, samrøðuna og orðaskiftið. Har ið lærdi skúlin setti latínið og grikska og rómverska søgu, setti háskúlin móðurmálið og móðurlandssøgu. 

Ikki var tað løgið, at frælslyntir føroyingar í sjúti- og áttatiárunum leitaðu sær av landi á háskúlar, og ikki var tað løgið, at her bar saman millum háskúlafólk og Føringafelagsfólk.

Teir, sum í Føroyum komu at seta háskúlahugsjónina í verk, vóru Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði.

Hví gjørdust hesir menn høvundar?

Kanska var ikki burturvið at byrja við spurninginum: Hví gjørdust hesir menn høvundar?
 
Flest øll mundu svara beinanvegin, at gávurnar mundu teir eiga, og hendan kveikjandi tjóðskapartíðin, har nærum hvør maður var yrkjari, gjørdi rest. Hetta svar er ivaleyst á beinari leið, men ein onnur orsøk eigur at verða drigin fram:

Háskúlin var fyrsti skúli, sum hevði føroyskt á tímaskránni, bæði munnligt og skrivligt, háskúlamenninir arbeiddu politiskt ídnir fyri at fáa føroyskum máli sømdir í fólkaskúlanum — sjálv lærugreinin føroyskt var eitt, annað var tað, at teir stríddust fyri, at føroysk børn skuldu læra eitt nú søgu, náttúrufrøði, landafrøði o.s.fr. á móðurmálinum. Teir sóu, at hin størsta praktiska forðingin var, at skúlabøkur og annað undirvísingartilfar ikki var til taks á føroyskum. Og niðurstøða teirra mundi vera: Hvør skal fáa okkum til vega undirvísingartilfar á føroyskum, um vit — føroyskir kennarar — ikki evna tað til sjálvir?
Hetta seinasta mugu vit hava í huga, tá vit skulu døma um bókmentavirki háskúlamanna.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017