• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Ólavur Michelsen (1933-1978)

Ólavur Michelsen var føddur í Øravík í 1933. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og starvaðist sum lærari meginpartin av síni tíð í Tórshavnar Kommunuskúla.

Umframt lærarastarvið var hann limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins, blaðstjóri á 14. september (málgagni Tjóðveldisfloksins) og var býráðslimur í Tórshavnar kommunu eitt áramál. Hann var saman við øðrum við til at stovna Rithøvundafelag Føroya.

Ólavur skrivaði yrkingar, lærubøkur, sjónleik og stuttsøgur. Rossini í Skoradali er eisini heiti á myndabók, ið fekk norðurlendsku barnabókavirðislønina í 1991.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann var føddur í Øravík í 1933. Komin úr skúlanum arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði heima á bóndagarði faðirsins og eisini á Tvøroyri, men hóast hann var borin til garð, var hugurin til bókina so góður, at hann leitaði til Havnar at ganga í hægri skúla; hann tók preliminerprógv, seinni studentsprógv, og aftan á blaðmannastarv á »14. September« og vikarstarv í Kvívík 1955-56 fór hann á Føroya Læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1958. Fyrstu tíðina var hann vikarur eitt skifti á Toftum og eitt skifti í Fámjin; í 1959 kom hann í starv á Santa Frants skúla í Havn, í 1963 gjørdist hann lærari við Tórshavnar Kommunuskúla, og hetta starv røkti hann til deyðadags í 1978.

Áhugaður sum Ólavur var fyri samfelagsmálum, kom hann blaðungur upp í politikk, hann varð valdur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1962, sama flokk um 
boðaði hann í útvarpsnevndini frá stovnseting útvarpsins, sum formaður 1962-66 og frá 1974, og sum limur í Tórshavnar Býráð frá 1970, formaður í mentamálanevndini at kalla alla tíðina og varabýráðsformaður frá 1972.

Ólavur var ein teirra, sum í 1957 tóku stig til at seta á stovn Rithøvundafelag Føroya, og eitt skifti var hann formaður felagsins.

Bókmentaverk:
Tá ið Ólavur var níggju ára gamal, fór lærari hansara, Jákup Berg, at geva út »Barnatíðindi«, og í hesum blaði royndi smádrongurin seg á fyrstu sinni, seinni skrivaði hann í blað studentaskúlanæminga »Vitan«, og upp aftur seinni gjørdist hann blaðmaður á »14. September«, har hann drúgt tíðarskeið stjórnaði mentanartáttinum »Dagdvølju«, sum áður er nevnt. Hann gjørdist blaðstjóri á »14.« í 1960 og røkti hetta starv við hvøssum penni fram til 1973 og aftur frá 1976, til deyðin hevði boð eftir honum.

Fyrsta bók Ólavs er einasta yrkingasavn hansara, »Lovorð«, ið kom í 1953. Eins og vinmaðurin T. N. Djurhuus er hann vanabundin í sínum yrkingasniði, bundin av rími og ørindisreglum; hann er lívskátur unglingi, ið við takklæti fyri lívið byrjar savn sítt soleiðis:

»Tað fyrsta eg minnist
var ein trongd
at bera lovkvæði til sólina
á síni birtandi gongd«.

Tokkaljóð er eitt heiti, Regin Dahl hevur havt frammi, hetta orðið er rámandi, skulu vit í stuttum siga, hvat ið sermerkir yrkingar Ólavs.

Søga mundi vera tann lærugreinin, Ólavur hevði størstan áhuga fyri, hann skrivaði fólkaskúlanum tvær bøkur á hesum øki: »Kirkjusøga« 1961 og »Norrøn Gudalæra« 1968, og hann skrivaði *søguliga sjónleikin »Kálvur Lítli«, 1964, ið er bygdur á søgn nr. 20 í »Færøske folkesagn og æventyr« um Kálv Sandoyarprest og beistagerðir hansara í katólskari miðøld í Føroyum.

Sum formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs fekk Ólavur aðrar at taka undir við ætlan sínari at seta á stovn eina barnabókavirðisløn, ið hann vónaði fór at stuðla fólki í at skriva til hendan aldursbólkin; virðislønin varð útbýtt fyrstu ferð í 1976. Sjálvur hevur Ólavur skrivað barnasøgur, og eftir deyða hansara gav Bókadeild Lærarafelagsins út søgusavn hansara »Brøgd og bjørg«, 1978. Flestu søgurnar eru vanligar føroyskar jólasøgur - av teimum góðu, má tá leggjast afturat -men summar hevja seg langt upp um hetta og eru reinar perlur. Hin besta teirra, »Rossini á Skoradali«, við frálíkum náttúrulýsingum hoyrir upp í hitt besta innan føroyska stuttsøgulist.

Bragdleiki, kæti og lívsgleði lýsir úr øllum, Ólavur legði úr hondum, soleiðis segði hann tað sjálvur:

»Lívinum, eg fekk sum gávu,
beri eg kvøðu í dag,
nú várið í lágættarvindum
ber ófrið í kjarnrík fræ«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Eitt trímannalið

»Hesin upphavsdalur, hesi øgilsfjøll og Óla Jákup dygst við heimsins enda kunnu ikki skýla sær  fyri   snilda  ágangi  sjeymílamansins,   eingi fjøll, eingin klettur ber uppfyri----. Soleiðis melur tíðarkvørnin, Óla Jákup, hvussu tú roynir át mæla ímóti. Abbabørn tíni tráa eftir sjeymílamannium, sum børn allar tíðir hava tráað. Rópandi fara tey út á geilar fyri at fagna jetflogfarinum, ið fer brakandi  við túsund kilometra ferð ella meira høgt uppi yvir fjallinum Sálarlarbót«.                                                     (J. P. Heinesen: »Tú upphavsins heimur«).

Tíðir skifta, einki stendur í stað. Tað er bæði bragdleiki og kæti yvir teimum trimum  unglingunum, T. N. Djurhuus, Ólavi Michelsen og Jens. P. Heinesen, ið mentanarliga umboða yngra ættarliðið í fimtiárunum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017