• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jógvan Mikkjalsson (?-1757)

Jógvan Mikkjalsson varð borin í heim í Leynum. Hann verður fleiri ferðir nevndur í tingbókunum (tá skrivaður Joen Michelsen), tí sum tann lógarkøni maður, hann var, møtti hann ofta á tingi sum sakførari. Hann hevði starv við Kongliga handilin í Havn.

Brókartátt man hann hava yrkt miðskeiðis í 18. øld um ein samtíðarmann úr grannabygdini Kvívík. Tátturin verður mettur at vera ein hin best yrkti av táttum okkara.

Vit vita ikki nær Jógvan Mikkjalsson varð borin í heim, men hann doyði í 1757.

Stuttur samandráttur: Tátturin sigur frá einum útróðrardegi hjá kvívíkingum, og spott verður rikið við einari ónyttu, Jóannes Niklasson, eyknevndur Brókin, sum ger sær fyri skommum millum rættar menn. Jóannes verður lýstur margháttligur í útsjónd, beinini stutt, lippan síð — og kloddut er hann ílatin.

Tá teir eru komnir á fiskileið, egnir hann ógvisliga, setir fast í kalva, men ikki orkar hann at draga kalvan inn sjálvur; hann noyðist tí at biðja annan mann draga fyri seg og lovar góða løn. Tá kalvin kemur inn um stokkin, fær Jóannes sporlið undir oyrað »so hann fleyg aftur í barka«, hvør skal siga: »ligg nú har, títt spott«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Brot úr: Brókartátti

16.  Tí sigur Jóannes Niklasson
av so lítlum huga
betur var í urðini undir
taraleypi at toga.

17.  So kasta teir hann í eysrúmið
í bátin í stýriborð
so róði Jóannes Niklasson og
talaði ikki eitt orð.

18. Rógva teir við bakkan suður
besta mið man vera allir settust
Hellumenn flundruagn at skera.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017