• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Eilif Mortansson (1916-1989)

Hann er føddur í Trongisvági í 1916, tók preliminerprógv á Tvøroyri í 1930, fór so niður til Rungsted á studentaskúla og tók prógv har í 1933. Eitt skifti las hann lógfrøði, fór so at læra skógarfrøði og leyk prógv sum skógarfrøðingur í 1940.

Fyrstu árini arbeiddi hann innan hesa grein, men heilsan bilaði stundum, og hann leitaði sær annað lættari arbeiði, m.a. sum skrivstovumaður á Kongliga Bókasavninum.

Í 1942 fór hann undir rithøvundavirki, og hann hevur umframt stuttsøgur skrivað tær fýra skaldsøgurnar »Malan«, 1952, »Snebjørn«, 1954, »Danserinden«, 1959 og »Han gik sig over sø og land«, 1952, sum allar viðgera føroyskt umhvørvi.

Umframt hevur hann bæði undir egnum navni og undir dulnevni skrivað hóp av barnabókum, m.a. bøkurnar um Magnus Heinason og sonevndu Sussibøkurnar. Eina av barnabókunum týddi faðir Eilifs, Johan Mortensen, saman við Páll J. Nolsøe; hon eitur á føroyskum »Ein ribbaldur« og kom út í 1948.

Hann doyði í 1989.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017