• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Elin Mortensen (1920-)

Hon er fødd á Tvøroyri 26/5-1920, gekk í skúla har og tók preliminerprógv í 1936. Í nøkur ár stóð hon í handli, var so læraravikarur í Trongisvági 1947-50 og við Tvøroyrar skúla í átta ár. Í 1963 flutti hon til Havnar og gjørdist lærarinna við Santa Frants Skúla í Havn, har hon enn starvast. 

Elin hevur verið við til at lagt til rættis nógv tilfar til fólkaskúlaundirvísing, serliga ætlað serundirvísingarbørnum:  »Løtt lesibrot« 1969, »Kennir tú orðið 1-16« 1971-74 og »Løtt lesing 1-6«, 1975. Hon var ein teirra, ið legði til rættis tilfarið »Eg skrivi 1-3« 1973-76, ætlað 5.-7. flokki í skrivligum føroyskum, hon var við til at skriva »Vit fara í kirkju« 1975, gav út »Smáir skúlaleikir« 1972 og »Mín fyrsta bønabók« 1975 og skrivaði barnabókina »Sanna í summarfrí« 1979.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini rit.fo og bfl.fo.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017