• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Eiden Müller (1921-1989)

Hann er føddur í Havn 23/10-1921, gekk barnaskúlaárini í privatskúla í Christinesminde í Havn, fór haðani í realskúla og tók prógv í 1938. Sama ár fór hann at arbeiða sum blaðmaður á Dimmalætting, og her starvaðist hann fram til 1970, tá ið sæð verður burtur frá árunum 1946-47, tá ið hann arbeiddi á Politiken í Keypmannahavn. Aftaná 1970 hevur hann verið tað, ið á fremmandum máli verður rópt free-lance blaðmaður.

Eiden hevur verið formaður í Føroya Blaðmannafelag 25 ára skeiðið 1952-77, og hann hevur drúgv áramál verið føroyskur umboðsmaður hjá fleiri stórum útlendskum tíðindastovum.

Um viðurskiftini í Føroyum undir seinna heimsbardaga skrivaði hann á donskum bókina »Fem ár under Union Jack«, sum kom í 1945, og í 1981 læt hann úr hondum endurminningarbókina »Minnislýsingar«, ið er skrivað á føroyskum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017