• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Dagmar Joensen Næs (1895-1983)

Dagmar Joensen Næs var borin í heim í 1895 í Miðvági, yngri systir kenda yrkjarans Mikkjal á Ryggi. Í 1922 giftist hon og flutti tá til Skúvoyar, har maður hennara var lærari. Seks ár seinni, í 1928, varð maður hennara fyrstilærari í heimbygd hennara og tey fluttu til Miðvágs, har Dagmar enn býr.

Dagmar er fyrsta kvinna í Føroyum, ið skrivað hevur *skaldsøgu. Bókin er »Rannvá«, sum er bygd á frásøgnina um Rannvátoft í Fagradali í Skúvoy. Hóast hendan bókin og søgusavnið »Tá minnini tala« ikki komu út á prenti fyrr enn í 1970-unum, so hevur Dagmar sjálv í viðtali sagt, at søgurnar vórðu til í fýratiárunum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017