• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Næs, Martin (1953-)

Martin Næs var føddur í Vági í 1953, men flutti til Havnar trettan ára gamal. Hann er útbúgvin bókavørður, og var í mong ár landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni.  Síðani hevur hann verið deildarstjóri á mentamáladeildini í Mentamálaráðnum.

Martin hevur verið virkin innan mentanarlívið. Hann hevur m.a. verið nevndarlimur og formaður í Rithøvundafelag Føroya.

Martin hevur givið út yrkingasøvn, barnabøkur, skaldsøgu og greinasavn. Eisini hevur hann týtt, serliga úr íslendskum máli. Hann lýsir m.a. náttúruna, barnalyndið og samskiftið millum menniskju.

Í 1981 fekk hann Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 1995 fekk hann Bókmentavirðsløn M. A. Jacobsens.

Wikipedia

Rithøvundafelagið

Martin Næs

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur suðuri í Vági í 1953. Trettan ára gamal flutti hann til Havnar, tí pápi hansara varð settur í starv har.
 
Martin tók realprógv í Havn í 1970, studentsprógv í Hoydølum í 1973, fór so niður á Danmarks Biblioteksskole og tók prógv sum bókavørður í 1978; høvuðsuppgávu skrivaði hann um gongdina í føroyskum bókmentum og um bókaútgávuviðurskifti. Hon bar heitið »Færøsk litteratur - udvikling og vilkår« og kom á prenti í 1981.

Heimkomin eftir lokna útbúgving starvaðist hann fyrst eitt skifti á landsbókasavninum, síðani á Býarbókasavninum í Havn 1979-81 sum barnabókavørður og so frá 1981 aftur á Føroya Landsbókasavni.

Martin hevur latið úr hondum trý yrkingasøvn: »Friður«, 1972, »Marran sigur S«, 1975, og »Úr«, 1979.

Fyrsta savnið hjá ungum yrkjarum er ikki sjáldan merkt av tunglyndi, tí, ið á fremmandum máli verður rópt »spleen«. »Friður« er einki undantak í so máta. Yrkjarin gongur við kirkjugarðshugsanum, grundar um menniskju, ið »hvíla/undir livandi grasi« og má ásanna, at »sum myrkur/í ljósi/ slóknar tú«. Men her darrar eisini ein kátur og lívsjáttandi strongur.

»Minnist tú hitt árið,
tá várið var vár,
tá várið váraði,
og vit vóru várbørn«.
         (»Várlýkka«), brot

Í teimum báðum seinnu søvnunum stígur búnari og meira fjøltáttaður yrkjari fram, hann lýsir náttúruna og árstíðirnar, yrkir um burturferð og heimlongsul, mannalyndið og samskiftið manna millum, barnaminni og skúlaminni.
 
Martin er stillførur yrkjari, eingin uppreistrarmaður, men tá ið hann sær gamalt umhvørvi sópað til viks av eirindaleysari útbygging, er hann atfinningarsamur. Hann yrkir runudíkinum, leikplássinum, minningarkvæði, og í yrkingini »Í leivdunum« hevur hann sett niðurskrædda húsinum dyggan minnisvarða, og her sýnir hann eisini samhuga við tí minni menta í samfelagnum.

Fleiri av yrkingunum serliga í teimum báðum seinnu søvnunum eru um børn og barnalyndi. Tað tykist tí heilt natúrligt, at Martin eisini hevur roynt seg sum barnabókahøvundur, bókin »Per og eg« kom í 1979.
 
Saman við teknaranum Martini Joensen fekk Martin Næs í 1981 fyri hesa barnabókina og fyri yrkingasavnið »Úr« barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs við hesi grundgeving:

»Í »Per og eg« lýsa teir báðir við fjølbroyttum orðatilfari og hugtakandi myndum á einfaldan og sannlíkan hátt lyndið og umhvørvið hjá børnum. Eisini í tí livandi frásøgnini av vinalagnum millum teir báðar dreingirnar kunnu børnini kenna seg aftur. Í yrkingasavninum »Úr« hava teir á sama hátt megnað í bundnum máli og myndum at siga børnum nakað bæði um tað, ið fer fram í og uttan um tey«.

Martin hevur heppisliga flutt íslendskan bundnan skaldskap yvir í føroyskt. Í 1983 greiddi hann úr hondum savnið »Heystmyrkrið yvir mær« við um 60 yrkingum eftir Snorra Hjartarson. Úr íslendskum hevur hann eisini týtt barnabókina »Meira um Jón Odd og Jón Bjarna« eftir Guðruna Helgadóttur.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017