• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jóanes Nielsen (1953-)

Jóanes Nielsen var føddur í Havn í 1953, og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav.

Jóanes hevur roynt seg í fleiri ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinasøvn og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur.

Jóanes fekk M. A. Jacobsens Heiðursløn fyri Pinnabrenni til sosialismuna í 1984, Nordisk Dramtikerpris fyri Eitur nakað land weekend?, og í 2011 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Jóanes Nielsen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í Havn í 1953. Aftan á sjey ára skúlagongd fór hann til skips, var burtur nøkur ár og arbeiddi eitt skifíi fyrifallandi arbeiði á landi.

1972/73 var hann eitt háskúlaskeið á Kungálv í Svøríki, og síðan hevur hann verið verkamaður og fiskimaður.

Heilt frá tí at hann var blaðungur, hevur hann fest yrkingar á blað. Fyrstu avrik hansara komu á prenti í »14. September«, seinni hevur hann sett yrkingar sínar og onnur skrivlig avrik í »Arbeiðið«, sum vinstrapolitiski felagsskapurin »Oyggjaframi - Marx-Leninistar« gevur út.
 
Fyrsta og higartil einasta savn hansara gav Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn út í 1978. Tað nevndist »Trettandi mánaðin«. Um heitið sigur yrkjarin sjálvur í viðtali:

»Trettan er óeydnutal. Eg havi valt at brúka
tað sum eina ímyndan av kúganini í okkara
samfelag«.

Og tað eru kúgarin og hin kúgaði, ið eru uppiløgan og niðurstøðan í savninum, sum av røttum verður mett sum fyrsta føroyska yrkingasavn, ið burtur av er vígt *verkamannastættini.

Her verður yrkt um arbeiðsgevaran, ið náðileyst rekur fólk úr starvi, sum ikki hóskar í hansara politiska kramm, um útslitna verkamannin, sum samfelagið hevur tráðpínt gjøgnum eitt langt lív og so tveitir frá sær, hann yrkir um íbúðarneyð og teir, ið spinna gull av hesi støðu, um verkfalsvápnið og um trúboðarar, sum medvitið fáa verkafólk at gloyma neyðarsliga jarðarlív sítt.

Nógvur samfelagsligur órættur verður drigin fram í hesum savni, men hetta er einki dapurt savn, tvørtur ímóti. Yrkjarin ivast onga løtu í megini í verkamannastættini. Hann sigur:

»Trettandi mánaðin er eigari
men í hansara húsi í dag
ganga leigararnir harðliga um hurðar
peika sintir á kalendaran
mótmæla
tí trettanda gjaldinum!«
                        (»Hin trettandi mánaðin«), brot

og hann minnir á, at

»Dynamittið er uppfunnið!«

Ein bragdligur uppreistrarandi er høvuðsdrátturin í savninum, men pláss er eisini fyri einum eymum darrandi streingi, eitt nú í innganginum í yrkingini »Til Boga og allar nýføðingar í verðini«:

»Skapt av eymleika
í heitari nátt
tók fræið skapilsi
og í heimsins minsta tryggasta húsi
svav tað
rurað hvørt kvøld
av hjartatónleikk.

»Trettandi mánaðin« fekk av yrkingasavni at vera stak góða móttøku, og 2. upplag varð longu prentað í 1979, tá givið út av forlagnum Oktober.

Umframt yrkingar hevur Jóanes eisini skrivað einstakar *stuttsøgur og *sjónleikahandrit í sambandi við 1. mai-framførslur.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017