• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Napoleon Nolsøe

Napoleon Nolsøe (1809-1877)

Hann varð føddur í Havn í 1809 og var sonur til Jákup Nolsøe, ið var bróður Nólsoyar Páll. Aftan á barna- og læruár her í Føroyum leitaði hann til Keypmannahavnar at vinna sær útbúgving, og heimaftur komin fekk hann starvið sum landslækni í Føroyum. Hann doyði í 1877.


BÓKMENTAVERK:

Longu meðan Napoleon Nolsøe las í Keypmannahavn, fekst hann við at skriva upp kvæði, og hesum starvi helt hann fram við, eisini aftan á at hann var komin heim aftur til oyggjarnar. Úrslitið var so størsta kvæðasavnið, sum einstakur maður hevur lagt úr hondum, tilsamans 109 kvæði.

Handritið er í trimum pørtum, og eita teir soleiðis: 1. bind (265 síður. 46 kvæði):
Qyäabók um fodna Manna Roisnir frá fisti Findartui. Irt i Féreiun o goimt i Huanum ät okkara Døvum. Skriva úr gomlum Bløvum äv Candidatus medicinæ & chirurgiæ N. Nolsøe. Kjeibinhavn 1840«.

2. bind (220 síður. 42 kvæði): »Kväalbók um fodna Manna Brøgd frá fisti Findartui irt i Feroiun o goimt i Huanum át okkara Døvum, umframt näkrir Tottar o Spairuimur úr nuiðgjari Tui samla o skriva äv Candidatus Medicinæ & Chirurgiæ N. Nolsøe. Kjeipmanhavn 1842«.
3. bind (94 síður. 21 kvæði):
 
»Kväabók um fodna manna brøgd frá fisti findartui irt ui Feroium og goimt ui huanum ät okkara døgum umframt näkrir tottar savna og skriva äv lekjara Candidatus med. & chir. N. Nolsøe. Tórshavn 1851«. Hetta handritið, sum verður varðveitt á Føroya Landsbókasavni, er ongantíð komið út í bók fyri seg, men menn nýttu tað saman við øðrum søvnum, tá heildarútgáva av føroyskum kvæðum var fyriskipað.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017