• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Páll J. Nolsøe

Páll J. Nolsøe (1908-1996)

Hann er føddur 8/9-1908 á Tvøroyri. Aftan á at hann hevði tikið preliminerprógv í heimbygdini í 1925, fór hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv á Sorø í 1929.

Heimafturkomin til Føroya arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði í heimbygdini, varð settur bókavørður har í 1940, flutti seinni norður um fjørð, gjørdist hjálparmaður Anton Degns á Skjalasavninum í 1948 og settur landsskjalavørður frá 1950 til hann fyri stuttum legði starvið frá sær vegna aldur og flutti til Danmarkar.

Umframt týðingar- og innsavningarstarv hevur Páll í tíðarskeiðinum 1963-79 lagt úr hondum  stórverkið  Føroya  siglingarsøgu I 1000-1856 og Føroya siglingarsøgu II 1856-1940, tilsamans 9 bind, ið viðgera skipa- og handilssøguna fyri Suðuroy, Vágar og Norðurstreymoy.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017