• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jacob Olsen (1904-1994)

Hann er føddur 1/10-1904 í Sandavági. Aftan á lokna barnaskúlagongd var hann eitt skifti krambúðarsveinur og eitt ár til skips, áðrenn hann fór á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1926.

Próvtøkuárið varð hann settur í starv við Tvøroyrar skúla, og her kom hann at starvast, til hann við eftirløn legði starvið frá sær í 1971; tá hevði hann í tíggju ár verið varaskúlastjóri.

Árini 1928-31 var hann blaðstjóri á »Barnablaðnum« og hevði sær til hjálpar eitt skifti Sámal Johansen og eitt skifti Martin Joensen - teir vóru báðir floksfelagar hansara læraraskúlatíðina.

Á seksti ára degi Jacobs gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út eitt úrval av søgum, hann skrivaði í hetta blaðið; bókin nevndist »Nú breddar«, 1964. Fyri sama útgávuforlag hevur hann týtt bókina »Kubbin«, 1974.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017