• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jacob Olsen

Jacob Olsen (1916-)

Hann er føddur í Sandvík 6/12-1916. Áðrenn hann fór av bygdini at søkja sær lærdóm, fekst hann við jarðar- og seyðabrúk og alt fyrifallandi arbeiði. Í 1935 fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1938. Eftir lokna próvtøku var hann vikarur í Sandvík og á Tvøroyri, ferðalærari á Dímun 1942-50, lærari á Slættanesi 1950-51 og fekk so frá 1. mai 1951 fast lærarastarv í Sandvík.  

Jacob hevur einsamallur og saman við Rólant Lenvig lærara í Kvívík skrivað læribøkur til landalærufrálæruna í fólkaskúlanum: »Landalæra I, Norðurlond og Bretsku Oyggjarnar«, 1966, »Landalæra II, Europa og Sovjett«, 1967, »Landalæra III, Sovjetsamveldið, Asia, Australia«,1972, »Landalæra IV, Afrika« 1975 og»Landalæra V, Amerika«, 1975. Umframt hevur hann týtt hesar skaldsøgur: Hemmingway:. »Gamli maðurin og havið«, 1960, Swift: »Gulliver í Risalandi«, 1961, Steinbeck: »Perlan«, 1968, Gunnar Gunnarsson »Advent«, 1975, og Tarjei Vesaas: »Fuglarnir«, 1981.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017