• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Tróndur Olsen

Tróndur Olsen (1879-1961)

Í mongum er Tróndur Olsen átøkur Mariu Mikkelsen. Eins og hon royndi hann   seg blaðungur sum yrkjari, eins og hon fór hann ungur av landinum og festi búgv í Keypmannahavn, og eins og hon gjørdist hann miðsavnandi varði í felagslívinum hjá føroyingum í útlegd.

Hann varð borin í heim á Malarenda í Nólsoy í 1879. Ungur fór hann til Havnar at arbeiða í handli, og seinni gekk leiðin til Keypmannahavnar, har hann vann sær handilsútbúgving og sjálvur stovnsetti handilsfyritøku.

Ungur hevði hann í Havnartíð síni yrkt vakrar fosturlandssangir, kend-astu teirra »Her er dámligt í Føroyum« og »So bylgjandi blítt«, men seinni gjørdi hann mest vart við seg sum táttayrkjari og prosaskald. Gamli táttaskaldskapurin fekk at kalla eina endurføðing í byrjan av øldini; hetta hevði ivaleyst samband við politiska tvídráttin, ið tók seg upp. Í Keypmannahavn sat Tróndur og fylgdi væl við í øllum, ið fyrifórst, og ofta legði hann uppí, tí frálíkt táttaskald var hann. Tættir hansara vóru prentaðir í verkinum »Politiskir táttar I —IV« 1916 — 17 og komu seinni í serstøkum savni »íðukálvar« 1939.

Høvuðsverk Tróndar er uttan iva týðing hansara av bókini »Nornagestur« eftir danan Johs. V. Jensen.
 
Onkur hevur í umrøðu av hesum týðingarverki tikið soleiðis til:
»Hon (týðingin) hevur drigið frískleikan úr munnligum føroyskum bygdamáli og kveikt lív í skriftmálsins stundum eitt sindur stirvna arv, og er vorðin ein heild, sum eingin høllur er á«.

Bókin kom í 1944.

Prosapetti hansara bera merki av tokkanum til móðurmálið og til føroyskt bygdalív; tey vórðu á 70 ára degi hansara, í 1949, givin út undir heitinum »Stubbar«. Stílurin er so eyðkendur, og fáur, sum einaferð hevur lisið t.d. stubban »Løtur á bygd«, man gloyma málið í Tróndi.

Tróndur Olsen andaðist í Keypmannahavn í 1961.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017