• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Eivør Pálsdóttir (1983-)

Eivør Pálsdóttir var fødd í Gøtu í 1983, og har vaks hon upp. Hon var liðug við 9. flokk í 1999, og eftir tað hevur hon arbeitt við tónleiki burturav.

Í 1997 vann hon kappingina ”Ársins songrødd”, í 2000 gav hon sína fyrstu fløgu út, og í 2001 vann hon saman við Clickhaze  Prix Føroyar-kappingina. Sama ár fór hon til  Íslands fyri at fáa professionella sangundirvísing. Í 2002 flutti hon til Íslands og byrjaði á sangskúla í Reykjavík. Sama ár hevði hon málningaframsýning í Føroyum.

Eivør hevur fingið nógvar ymiskar tónlistavirðislønir, millum annað Planet Awards 2009 heiðurslønina í bólkinum Besta songkvinna. Hon hevur skrivað nógv løg og nógvar tekstir sjálv.

Wikipedia


 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017