• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Sverri Patursson

Sverri Patursson (1871-1960)

Fyrsti prosamaður okkara, ið skrivar rættiligar stuttsøgur og ritroyndir er Sverri Patursson. Sverre Patursson varð borin í heim í Kirkjubø í 1871 og var yngri bróðir teirra Jóannesar og Súsonnu Helenu. Hann fekk eins og systkini fyrsta   lærdóm sín heima á garðinum og fór seinni í realskúlan í Havn. Her treivst hann als ikki; hugurin stóð til bygdalívið við arbeiði í bø og haga, við fjallgongu, bakkaferðum og útróðri, 14 ára gamal fór hann úr skúlanum uttan at taka nakað prógv.

Í 1891 fór hann á Vallekilde háskúla í Danmark, men hann treivst ikki væl har og leitaði sær aftan á stuttan steðg til Noregs, har hann ferðaðist víða og gjørdi seg kendan við mong landsins viðurskifti.

Heimafturkomin í 1895 skipaði hann eftir norskari fyrimynd fyri at stovnseta ungmannafelagið »Sólarmagn« — hitt fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Felagið hevði limir úr Kirkjubø og av Velbastað, helt kjakfundir og veitslur og gjørdist fyrimynd hjá øðrum ungmannafeløgum, ið nú vórðu stovnsett víða um landið.

Sverri gjørdi nógv av at ferðast. Tú hitti hann á ungmannafelagsfundum í Noregi, har hann helt røður um føroysk viðurskifti, tú hitti hann sum húskall á gørðum í Svøríki og Týsklandi, og hvar hann kom, skrivaði hann í bløðini upplýsandi greinar um Føroyar.

Seinnu árini støðaðist hann meira heima í Føroyum, har hann umframt at luttaka í øllum vanligum arbeiði, eisini var kendur sum blaðmaður og rithøvundur.
Sverre Patursson doyði í 1960.
 
Bókmentaverk
Tað er einki at ivast í, at tann skaldskapur, vit á prenti kenna frá hond Sverra, bert er ein lítil partur av tí, hann legði úr hondum. 

Fyrst er at siga, at tað tilfarið, hann skrivaði á fremmandum máli í útlendsk bløð, er størri í rúgvu enn føroyska tilfarið, og harnæst eigur ikki at verða gloymt, at hann sjálvur greiðir frá, at einaferð hann kom heim aftur í býli sítt í høvuðsstaði  
Noregs, Kristiania, aftan á drúgva burturferð, hevði vertskonan selt kistuna, hann har hevði standandi við bókum og skrivaðum tilfari, og hóast dúgliga leitan kom eingin kista aftur í aftur, og har mundi mangt virðismikið fara fyri skeyti.
Tað man bera til at skifta viðgerðna av bókmentavirki hansara sundur í tvey: Blaðmaðurin Sverre Patursson og rithøvundurin Sverre Patursson.

Fyrr er nevnt, at Sverre sum blaðmaður var kendur víða um lond og legði hóp av tilfari úr hondum. Her verður ikki røtt meira um hetta tilfar, heldur snúgva vit okkum at føroyska blaðtilfari hansara.

Tað byrjar við fjúrtandadagsblaðnum »Fuglaframa«, ið kom á fyrsta sinni 12. apríl 1898.

Einki man vera at ivast í, at hetta nýggja blaðtiltakið beinleiðis hevur samband við klovningin, sum málstríðið gjørdi í Føringafelag. Jóannes bóndi hevði í 1896 sagt seg úr felagnum, og frá 1. januar 1897 nýtti »Føringatíðindi« broytingarstavsetingina. Blaðið »Fuglaframi« varð skrivað við stavseting Hammershaimbs og gjørdist málgagn hjá hesum málbólkinum, fyrst og fremst hjá Jóannesi Patursson. Ikki er tað sørt heldur, at høgg fullu millum hesi bæði føroysku bløðini, sum hugsjónarliga kortini høvdu nógv felags.

Sjálvt navnið »Fuglaframi« er lænt úr kenda táttinum »Fuglakvæði«, har Nólsoyar Páll, yrkjarin, letur tjaldrið siga við rovfuglarnar »Altíð søkti eg fuglaframa«.

»Fuglaframi« kom regluliga í 4 árgangum, men í nr. 6 í 5. árgangi 8. juli 1902 sigur Sverre »Farvæl«, ikki knarrandi um vána undirtøku, men bjartskygdur vónar hann, at steðgurin bert verður fyribils, og hann fegnast um tey framstig, verið hava hesi árini, blaðið hevur starvast. Steðgurin varð varandi, men tað merkti ikki, at Sverre legði penn úr hond. Eitt skeið, 1911 — 12, var hann blaðstjóri á Tingakrossi, og alla sína tíð lívgaði hann føroysku bløðini við greinum so av og á.

Rithøvundurin Sverre trínur fram fyrst og fremst í teimum báðum bókunum »Fuglar og fólk« 1935 og »Fram við Sugguni«, sum kom út á 100 ára degnum í 1971. Tað nógva av innihaldinum í hesum bókum var prentað áður, sumt í bløðum, sumt í bókini »Dagdvølju«, ið Sverre læt úr hondum í 1901.

Eftir skrivingarhátti og innihaldi ber til at skifta hetta prosatilfarið sundur í fýra bólkar. Ein er stubbarnir í háfloygdum stíli, sum lovprísa vakurleika landsins: »Fagra land. Føgru oyggjar. Fjallbygda heim«, annar telur frásagnirnar um fuglalív í Føroyum. Fáur, helst eingin føroyingur, hevur sýnt fuglinum so stóran alsk sum Sverre, og á hesum øki er hann hin tolni eygleiðarin — brotið »Vetrarfuglur í Kirkjubø« er fullgott prógv um hetta.

Triði bólkurin fevnir um blaðmannakent arbeiði, har høvundurin nýtir samrøðuformin í frásøgum sínum. Eitt dømi um slíkt verk er frálíka frásøgnin um útróðrarmannin Jóan Karl á Skála, ein stubbi, ið átti at tænt eisini nútíðar blaðmonnum sum fyrimynd.

Fjórði og seinasti bólkurin eru stuttsøgurnar við óbrotnari gongd úr enda í annan. Her minnast vit serliga hina syrgiligu »Íslandsferðina«, ið man vera ein hin elsta stuttsøgan, skrivað á føroyskum, og »Ábal«, sum við sínum djúpu sálarlýsingum var eindømi í føroyska søguheiminum tá á døgum.
Av øðrum ritverkum hansara nevna vit »Nøkur orð um hin føroyska dansin« 1908, politisku ritini »Móti loysing« 1925 og »Landaskipan og fíggjarlig viðurskifti í frístátinum Føroyar« 1928, og Fuglameingi er landsvirðið« 1948.

Í 1914 kom týðing hansara av Robinson Kruso eftir Daniel Defoe. Noregs Ungdomslag bar kostnaðin av bókini, ið varð send øllum skúlabørnum í Føroyum.
Fleiri ferðir hevur verið nevnt, at Sverre var íðin ferðamaður. Í 1932 tók hann saman við øðrum stig til at stovnseta Føroya Ferðamannafelag, har hann var formaður drúgt áramál.

Fuglavinur sum hann var fekk hann í lag serligt grækarismessuhald at bjóða flytifuglinum vælkomnum aftur til landa.

Týðingin av Robinson Kruso var fyrsta barnabók, ið prentað varð á føroyskum. Hon kom í 1914. 

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017