• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Anker Eli Petersen (1959-)

Anker Eli Petersen var føddur á Tvøroyri í 1959 og vaks upp í Havn. Hann tók studentsprógv í 1979. Í 1989 fór hann at arbeiða sum listamaður burturav. Hann hevur serliga arbeitt við myndatolkingum av føroyskum og finskum kvæðum og norrønari gudalæru. Hann arbeiðir mest við blandingstøkni ímillum máling og litklipp, tó eisini við teldugrafikki, serigrafi og skurðmyndum. Myndastílurin er einfaldur, ímyndarligur, og denturin er lagdur á frásøgnina. Harumframt hevur hann skrivað tekstir til fløguútgávur, sum Terji Rasmussen hevur gjørt løg til, m.a. á fløguni Terji og føstufressar.

Wikipedia

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017