• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Maria Eide Petersen

Maria Eide Petersen (1894-1994)

Hon er borin í heim í Nólsoy 14/1-1894. Aftan á barnaskúlagongd í heimbygdini var hon summarið 1911 á Føroya Fólkaháskúla, skúlaárið 1916/17 var hon vikarur í Akrabyrgi, Lopra, á Økrum og í Víkarbyrgi, fór so á læraraskúla har hon hóast tarnað av sjúku tók prógv í 1923. 1. januar 1924 tók hón við lærarastarvi í Funningi, og hetta starv røkti hon, til hon vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1959.

Virkin hevur hon verið heilt upp til ellisár. Til áttati ára føðingardag hennara í 1974 kom út bókin »Konglar« og seinni komu »Rekar«, 1977, og »Snøklar« 1982. Innihaldið í øllum trimum eru frásagnir  frá gerandisdegnum, ein siðsøguligur dýrgripur sagdur á kjarngóðum føroyskum máli.

Umframt hetta hevur Maria savnað og týtt hóp av lestrum, sum komnir eru í lestrarbókunum »Livandi vatn« 1972 og »Lívsins kelduvað« 1982.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Í 1978 varð *Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri *yrkisbókmentir latin Mariu Eide Petersen við hesi grundgeving:

"Ikki er tað nógv í rúgvu, sum Maria Eide Petersen hevur avrikað við penninum, tá ið lestratýðingar hennara eru frá, men tær báðar minningabøkurnar Konglar (1973) og Rekar (1977) tykjast nevndini merkisverdar við fyndargóðum málburði, livandi og fjølbroyttum, tíðum skemtingarsomum frásagnarstíli og ikki minst virðismiklum siðsøguligum heimildartilfari um lívið her á landi í nýlidnari, men tó flestum ungfólki fjarskotnari tíð. " kelda.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017